Fótbóltur

Dame N'Doye tikið metið frá Toda

Føroyski áleyparin hevur sera leingi havt heiðurin at vera mest skorandi útlendingurin í Superligaini.

Todi Jónsson (Mynd: Marita á Rógvi)

Todi Jónsson (Mynd: Marita á Rógvi)

2019-02-19 23:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá 33-ára gamli senegalesarin hjá FCK, Dame N'Doye, skoraði til 2-0 í sigrinum á Randers sunnudagin, kom hann undir liðuna á einum føroyingi ovast á listanum yvir mest skorandi útlendingar í donsku Superligaini. 

Tað er sjálvandi talan um Toda Jónsson, sum spældi í bestu donsku deildini í yvir tíggju ár. Tey fyrstu málini komu í Lyngby, men tað er FCK-tíðin, ið klaksvíkingurin er serliga kendur fyri. Har skoraði Todi 68 mál í Superligaini, og hann var við til at vinna fleiri meistaraheiti og gjørdist ógvuliga vælumtóktur í stórfelagnum. 

Tey 72 málini í fremstu donsku deildini hava staðið sum met, síðani Todi Jónsson fór úr FCK í 2005. Sunnudagin kom N'Doye upp á hetta talið. Áleyparin er í sínum øðrum tíðarskeiði í FCK, og hann er ein av teimum heilt góðu leikarunum, ið hava spælt Danmark.

[object Object]
(Dame N 'Doye, nr.14, í sínari fyrstu tíð í FCK)
 
Av tí at N'Doye hevur brúkt væl færri minuttir (137,9 pr. mál mótvegis 219,57 pr.mál hjá) enn Todi at skora síni 72 mál, so eigur hann nú metið, og tað er eisini bert spurningurin um tíð, áðrenn N'Doye aftur slær til fyri FCK og kemur uppum 72 mál. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder