Fótbóltur

Damsgaard setti met – yngsti maður at skora

20 ára gamli Mikkel Damsgaard er yngsti maður, ið hevur skorað fyri Danmark í endaspæli.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-22 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

20 ára gamli landsliðsleikarin, Mikkel Damsgaard, ein av málskorarunum í danska 4-1 EM-sigrinum hjá Danmark móti Russlandi í gjárkvøldið, er yngsti leikarin, sum hevur skorað fyri Danmark í einum endaspæli til EM og HM.

Mikkel Damsgaard skrivaði seg í søgubøkurnar við at leggja Danmark á odda við einum vøkrum langskoti tá 38 minuttir vóru farnir av dystinum, og legði harvið støðið undir stórsigurin, sum tryggjaði Danmark annað plássið í bólkinum, hóast Danmark bert fekk henda eina sigurin í innleiðandi bólkaspælinum.

Mikkel Damsgaard var 20 ár og 353 dagar, tá hann skoraði málið og tók metið frá Flemming Povlsen sum frammanundan var yngsti maður at skora fyri Danmark í einum endaspæli. Flemming Povlsen tók metið, tá hann skoraði í dysti móti Spania í EM-kappingini í 1988. Tá var hann 21 ára gamal. Mikkel Damsgaard, sum til dagligt spælir fyri italska felagið Sampdoria, fyllir 21 ár 3. juli.

Mikkel Damsgaard hevur spælt átta landsdystir fyri Danmark, og hevur skorað trý mál. Hini bæði málini skoraði hann tá Danmark vann 8-0 móti Moldova í HM-undankappingardysti í mars.

Danmark endaði á øðrum plássi í sínum bólki, og spældi seg í áttandapartsfinalurnar. Danmark skal leygardagin spæla móti Wales. Tann dysturin verður spældur í Amsterdam.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder