Fótbóltur

Dan í nærum 25 ár: Støðusnildi og mentalt yvirskot skal til

En av teimum, sum aftur í ár verður at síggja fram við síðulinjuni í Betrideildini, er Dan Højgaard úr Rituvík. Dan fer nú undir sítt 25. ár sum hjálpardómari.

Dan Højgaard kom upp í bestu deildina í 2000 og hevur verið FIFA-hjálpardómari síðani 2015. 42-ára gamli rituvíkingurin umboðar NSÍ. Hann minnist aftur á serligar løtur ov vísir á, hvat skal til í leiklutinum (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Dan Højgaard kom upp í bestu deildina í 2000 og hevur verið FIFA-hjálpardómari síðani 2015. 42-ára gamli rituvíkingurin umboðar NSÍ. Hann minnist aftur á serligar løtur ov vísir á, hvat skal til í leiklutinum (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2024-02-28 09:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst vikuskifti vóru úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir savnaðir á Hotel Føroyum, har seinastu brikkarnir í samband við fyrireikingarnar til komandi kappingarár vórðu lagdir upp á pláss.

Sí eisini: (Video): Hondbóltsbrot skulu tulkast øðrvísi

Ein av teimum, sum hevur verið við í nógv ár, er Dan Højgaard. Heimasíðan hjá FSD skrivar, at fryntligi rituvíkingurin tók dómaraprógv í 1998 og tvey ár seinni, tann 4. juni í 2000, var hann partur av tríbólkinum, ið dømdi dystin millum B71 og FS Vágar í 1. deild, sum fremsta deildin kallaðist tá.

Spurdur, hvat hjálpardómararnir serliga fara at hava fokus á í ár, sigur Dan Højgaard soleiðis við fsf.fi:

– Serliga nýggju tulkingarnar í samband við rangstøða, har vit skulu meta um, um bólturin “støkkur”, ella verður spældur undir kontrol. Rangstøða er nevniliga eini 80 prosent av arbeiðinum hjá einum hjálpardómara. Annars er stóra avbjóðingin at hava gott støðusnildi – at vit duga at meta um støðuna, áðrenn hon hendir. Betri eg verði til tað, betri og rættari avgerðir klári eg at taka.

[object Object]

[object Object]
Royndi hjálpardómarin hevði eina framløgu á fyrireikingardøgunum (Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF)

Fleiri myndir frá fyrireikingunum hjá dómarunum síggjast niðast á síðuni HER.

Dan Højgaard dømir fyri NSÍ. Hann leggur dent á, at tað er vorðið alt meira krevjandi at vera hjálpardómari. Tað er nevniliga sera týdningarmikið, at dómararnir og hjálpardómararnir eru væl fyri kropsliga, tí fótbólturin er blivin nógv skjótari seinastu árini.

– Vit skulu vera væl fyri, og skulu eisini hava mentalt yvirskot at vera á linju og taka rættar avgerðir.

Síðani Dan Højgaard byrjaði at døma fyri skjótt 25 árum síðani, hevur hann verið hjálpardómari í meira enn 600 dystum. 42-ára gamli rituvíkingurin hevur eisini verið FIFA-hjálpardómari síðani 2015, og hevur hann havt nógvar altjóða uppgávur. Talan er tískil um ein av okkara heilt royndu hjálpardómarum. Við fsf.fo sigur Dan, at tað er serliga ein dystur, ið stendur sterkur í minninum.

– Eg minnist serliga væl síðsta dystin í 2019 millum B36 og KÍ, tá FM stóð uppá spæl. Gundadalur var á tremur við áskoðarum, og har var ein øgiligur larmur. Tá vit stóðu í hurðini í B36-húsinum, klárir at renna inn á vøllin, segði Alex Troleis: “Í dag ganga vit inn. Hendan løtan skal njótast”. Og tað bleiv ein fantastiskur dystur, við høgari leikferð, samstundis sum nógvar avgerðir skuldu takast, fortelur Dan Højgaard.

[object Object]
Dan Højgaard sæst til vinstru fyri Alex Troleis - til høgru er Jan Hermansen, sum eisini er royndur hjálpardómari. Hetta var dómartoymi til "FM-finaluna" millum B36 og KÍ í 2019, tá fleiri túsund áskoðarar settu dám á í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir savnaðir á Hotel Føroyum í samband við fyrireikingarnar til kappingarárið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Fótbóltsárið 2024 byrja almentr leygardagin 2. mars, tá KÍ og HB fara á Tórsvøll at dystast um Lions Stórsteypið. Avspark verður klokkan 17:30. Fyrstu dystirnir í Betrideildini hjá monnu meru á skránni 9. og 10. mars.

Sí eisini: Nærkast til kappingarbyrjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder