Fótbóltur

Dan vann í fyrstu royndini

Oddur í Haraldsstovu Petersen skoraði einasta málið í Sørvági, har ÍF vitjaði. Harvið er 07 Vestur nú nærri 4. plássinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-30 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 15. umfari í Betrideildini varð spældur í Sørvági seinnapartin.

Hetta var fyrsti dystur hjá Dan Brimsvík sum 07 Vestur-venjara. Havnarmaðurin varð kunngjørdur týsmorgunin, og hann byrjaði við einum sigri.

Oddur í Haraldsstovu Petersen skoraði einsamalla málið í dystinum. Hetta var eftir 25 minuttir og eftir gott uppspæl í høgru síðu. Sørvingurin fekk prikað bóltin í netið eftir flata alvering frá Filipi Brattbakk.

Tað vóru annars ikki ikki so nógvir málkjansir men hinvegin nógvir nærdystir. Jhon Mena hjá ÍF var nær við tvær ferðir, og móti endanum kundi Uros Stojanov prika bóltin í netið.

Harvið 1-0 og keðiligt vikuskiti hjá ÍF sum er longur burtur frá niðurflytingarstrikuni. Sjey stig upp til B68 og krav er um sigur móti EB/Streymi leygardagin. Fríggjakvøldið kann 07 Vestur koma uppaftur nærri NSÍ.

15. umfar

07 Vestur - ÍF 1-0 (1-0)
26' Oddur Petersen 1-0

Víkingur - EB/Streymur 4-0 (0-0)
50' Poul Kallsberg 1-0
65' Olaf Bárðarson 2-0
83' Ingi Jonhardsson 3-0 
90 (+3)' Arnbjørn Svensson

B36 - Skála 3-0 (1-0)
15' Gutti Dahl-Olsen 1-0
45' Marius Kryger Lindh 2-0
68' Mattias Hellisdal 3-0

B68 - HB 1-0 (1-0)
27' Bartal Páll Klein 1-0

NSÍ - KÍ 1-2 (0-0)
56' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
83' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
90+5' Árni Frederiksberg 1-2

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder