Hondbóltur

Dani nýggjur venjari hjá hoyvíkingum

Simon Olsen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá H71.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-21 23:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hondbóltsárið fekk eitt bráðan enda, tá koronasmittan byrjaði at herja kring heimin. Eingin Føroyameistari er tí funnin, men eftir ætlan verður ein FM-vinnari funnin næsta kappingarár.

Og nógv vinnandi felagið í Hoyvík fyrireikar seg til kappngarbyrjan. H71 heur sett Simon Olsen í starv sum venjari há besta mansliðnum.

[object Object](Mynd: H71.fo)

Simon Olsen er dani sum áður hevur starvast sum venjari hjá Viborg og í Skive. Simon hevur eisini verið venjari hjá úrvalssliðum í Jysk Håndbold forbund. Hann skal umframt at venja menninar eisini venja børn og ung í H71, boðar felagið frá í kvøld.

- Eg eri glaður og stoltur at kunna kalla meg høvuðsvenjara hjá H71 næsta kappingarár. Eg havi bara hoyrt positivt um felagið, og eftir góð prát við felagið um viðurskiftini, var eg ikki í iva um, at hetta var tað rætta fyri meg. Eg gleði meg at uppliva føroysku hondbóltsmentanina, og ikki minst, at koma til eitt felag, sum spælir um heiðursmerki hvørt ár, sigur Simon Olsen við heimasíðuna hjá H71.

Afturat sær fær hann Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen sum hjálparvenjarar.

Simon Olsen tekur yvir eftir Einar Jónsson, sum var venjari hjá bæði kvinnum og monnum, men hevur tikið av nýggjari venjaravbjóðing í Norra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder