Fótbóltur

Daniel er liðugur í Danmark

Samstarvið við FC Fredericia er støðgað av persónligum orsøkum, skrivar felagið á heimasíðu sínari í dag. Daniel Johansen er fluttur aftur til Føroyar, og sannlíkt er, at hann verður at síggja í Betrideildini seinni í ár.

24-ára gamli Daniel Johansen ynskti sjálvur at verða loystur úr sáttmálanum við Fredericia. Spurningurin er so, um landsliðsspælarin verður aftur í HB-búnanum, tá flytingarvindeygað letur upp aftur (Mynd: Sverri Egholm)

24-ára gamli Daniel Johansen ynskti sjálvur at verða loystur úr sáttmálanum við Fredericia. Spurningurin er so, um landsliðsspælarin verður aftur í HB-búnanum, tá flytingarvindeygað letur upp aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-11 20:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur flutti Daniel Johansen til Danmarkar, har hann skuldi spæla við FC Fredericia - hetta ístaðin fyri HB, ið vinstra beinti maðurin av Norðskála hevði spælt fyri síðani 2014. 

Steðgurin í Jútlandi gjørdist tó ikki langur. Seinnapartin hevur FC Fredericia kunngjørt, at samstarvið millum partarnar er uppsagt. Tað er Daniel, ið hevur ynskt hetta, og er talan um persónliga orsøkir. Felagið hevur gingið hesum á møti, skrivar fcfredericia.dk

Fredericia sigur eisini, at Daniel Johansen er fluttur til Føroyar aftur. Tað er ikki greitt, hvat 24-ára gamli landsliðsspælarin vil við fótbóltsframtíð sínari.

Upplagt er, at hann vendir aftur til HB - um vinstri bakkurin væl at merkja verður verandi í Føroyum. Hetta er einasta felagið, ið Daniel hevur umboðað sum vaksnamannaspælari. Hóast HB hevur Viljorm Davidsen og Ára Mohr Jónsson í hópinum, so hava vit longu sæð, at tað skjótt kann gerast tunt á plássinum sum vinstri bakkur/vinstri vongbakkur: Hetta orsakað av skaðum, og at omanfyrinevndu landsliðsspælarar eisini skulu spæla onnur pláss. Daniel Johansen kann eisini sjálvur hava aðrar leiklutir - millum annað á sentrala miðvøllinum. 

[object Object]
24-ára gamli Daniel Johansen hevur spælt 181 dystir fyri besta liðið hjá HB, sambært Faroesoccer. Hann hevur millum annað skorað trý brotsspørk í Evropa - tvey móti Buducnost sum HB her vinnur 4-0 á (Mynd: Sverri Egholm)

Daniel hevur eisini eyðsýndar dygdir, serliga í álopskenda spælinum. Tá HB vann greipuna í 2020 legði hann upp til heili tjúgu mál í Betrideildini, og komu góða vinstra beinið og spælskilið veruliga til sín rætt, og soleiðis hevur verið javnan síðani. Tað hevði ikki komið óvart á, um HB royndi at fáa fatur á Danieli Johansen aftur fyri at styrkja um liðið í oddastríðnum.

Sum bolt.fo og in.fo hava skrivað, so kann nú fyrrverandi Fredericia-spælarin tó ikki spæla í føroyskari kapping, fyrrenn flytingarvindeygað í Føroyum letur upp aftur. Tað er 15. juni.

Daniel Johansen spældi tveir skrásettar dystir fyri Fredericia. Hann hevur spælt fimm A-landsdystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder