Fótbóltur

Dánjal á Lakjuni við aftur

29 ára gamli fuglfirðingurin er við aftur eftir ein steðg frá fótbóltinum.

Dánjal á Lakjuni í miðjuni her (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Dánjal á Lakjuni í miðjuni her (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-01-06 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hevur 29-ára gamli fuglfirðingurin Dánjal á Lakjuni sett sína undirskrift á sáttmála við ÍF, sum er galdandi fyri kappingarárið 2020.

- Dánjal valdi farna kappingarár at taka ein steðg frá fótbóltinum. Til gleði fyri nógvar fuglfirðingar hevur lokali leikarin valt at taka gaggurnar av hyllini aftur, og er klárur at taka arbeiðshandskarnar á fyri ÍF, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Vongspælarin hevur nærum bara spælt við ÍF á síni fótbóltsleið. Hann fór sum 16-ára gamal út til Leirvíkar at spæla við LÍF í seinnu hálvu av 2007. Síðani var Dánjal knýttur at íslendska felagnum, Leiknir, í fyrru hálvu av 2013.

[object Object]Magnus Jørmundsson frá ÍF og Dánjal á Lakjuni (Mynd: ÍF)

Í sínum 261 dystum fyri ÍF, hevur Dánjal skotið og lagt upp til ávíkavist 52 og 41 mál.

Dánjal skal undir skurð í komandi viku, og verður tí ikki at síggja á vøllinum fyrr enn í februar, sigur ÍF.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder