EB/Streymur fekk í gjárkvøldið ein sáttmála í hús, ið kann gerast sera týðandi. Dánjal Godtfred kom til felagið síðsta vetur og var ein sentralur spælari hjá liðnum, sum endaði á fimta plássið í Betrideildini. 26-ára gamli orkuríki miðvallarin spældi 26 dystir og skoraði eitt mál.
Í vetur hava onnur lið ligið framvið. TB hevur roynt at fingið vágbingin aftur, og sum skilst hevur 07 Vestur eisini roynt at knýtt hann til. Nú er so greitt, at Dánjal hevur bundið seg til EB/Streym í eitt ár afturat.
- EB/Streymur og Dánjal Godtfred hava gjørt sáttmála, so stríðsmaðurin á miðjuni eisini er í blá-svarta búnanum í 2023. 26 ára gamli suðuroyingurin leitki í fjør 26 dystir fyri EB/Streym og var sera eyðsýndur á miðvøllinum.
- Í felagnum eru við sera glað fyri at Dánjal heldur fram og ynskja honum bestu eydnu komandi ár, skrivar felagið í samband við kunngjørda sáttmálan.
Sigfríður Clementsen er nýggjur venjari hjá EB/Streymi, ið eisini hevur longt við millum annað Filip Djordjevic, sum var ársins leikari í felagnum, men sum hevur mist stinna málverjan Kristian Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald