Danmark hevur saman við Noregi og Sveis boðið seg fram sum vertstjóð fyri HM í manshondbólti í 2025.
Tað skrivar DR.
Sostatt roynir Danmark enn eina ferð at fáa HM til Danmarkar. Í januar verður HM nevniliga spælt á danskari jørð, tá Danmark og Týskland deilast um at vera vertir.
Danmark royndi at gerast vertur fyri EM endaspælið í 2024 saman við Sveis, men tá varð avgjørt, at Týskland skuldi gerast vertur.
Morten Stig Christensen, aðalskrivari hjá danska hondbóltssambandinum sigur, at hann fegin vil skipa fyri einari kapping saman við Sveis.
"Í Sveis eru tey sera fyrikomandi, og Sveis er ein hondbóltstjóð, ið er á veg fram," sigur hann.
Orsøkin til, at londini hava boðið seg fram at vera vertir saman er eisini, at tey ynskja at læra av hvør øðrum og fáa tjóðir inn, sum kanska ikki vilja søkja um vertsskap einsamallar.
"Hevur tú trýggjar vertir, hevur tú eisini trýggjar heimavøllir, og sostatt betri líkindi fyri at fáa fleiri áskoðarar at hyggja," sigur Morten Stig Christensen.
Altjóða hondbóltssambandið skal viðgera boðini til vertsskapin, tá HM verður spælt í Herning í januar.
Kroatia og Serbia hava eisini boðið seg fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald