Hondbóltur

Danmark heimsmeistari á fyrsta sinni og í stórum stíli

Danmark setti Norra uppá pláss í HM-finaluni og vann kappingina á heimavølli sera yvirbevísandi og uppiborið.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-27 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til gullveitslu í Herning í dag, tá Danmark og Norra hittust til HM-finaluna. Tað gjørdist tað eisini veruliga talan um. Teir allarflestu av teimum 14.000 áskoðarunum kundu stórfegnast, tá danska manslandsliðið á fyrsta sinni gjørdist heimsmeistari. Tað gjørdu Landin, Mikkel og hinir eftir sera tryggan sigur á norðmonnum. Heimsmeistaraheitið var ógvuliga uppiborið: Liðið vann allar tíggju dystirnar, spældi sera góðan hondbólt og vann sera sannførandi á Norra tvær ferðir, á Fraklandi í hálvfinaluni og á Svøríki í millumumfarinum.

[object Object]Niklas Landin (Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Danmark byrjaði við Mikkel Hansen, Morten Olsen og Rasmus Lauge í baketuni, har nummar 24 var á høgra bakki. Hetta var heldur óvæntað, og tað var tað eisini, at Mikkel brendi brotskast í fyrsta álopinum í dystinum. Hondbóltsúrmælingurin gjørdist tó danskur toppskjútti við sjey málum. Norra fekk mál uppá sínu fyrstu trý skoti, men so rakti dugnaligi vongurin, Magnus Jøndal, stongina uppá brotskast. Jøndal spældi annars eina sera góða finalu, har hann skoraði tíggju mál og var harvið toppskjútti í dystinum. 

Tað var annars ein ógvuliga góð byrjan uppá dystin, har talan var um góðan hondbólt; serliga frá Danmark ið skapti sær eina leiðslu. Eftir 13. minuttir var 9-5. Lauge noyddist út eina løtu, men Mads Mensah kom inn og avloysti sera væl. Danska verjan var ógvuliga sterk við Henrik Mølgaard og Anders Zachariassen í miðverjuni, har serliga Zachariassen var stórspælandi. Í mun til hálvfinaluna spældi Niklas Landin sera væl og fekk fatur á nógvum í málinum. Norðmenn fingu ikki steðga danska álopinum, og vanligi sterka kontrapartin fingu teir als ikki at koyra.  

Tað var Danmark, ið sat á tungt á dystinum, og í steðginum var 18-11. Heimaliðið hevði eina heldur slaka løtu tíðliga í 2. hálvleiki, har norska verjan fekk eitt sindur fatur, og danir gjørdu sjálvdsamar feilir. Men liðið hjá Nikolaj Jacobsen hevði greiða yvirvág, tyktist at hava meira góðsku og trúgv uppá tingini, og tá eitt korter var eftir tók Danmark fyrstu ferð eina tíggju-máls leiðslu. Avrikið var frálíkt, og danska liðið koyrdi sigurin heim.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Allir komu á vøllin, eisini Hans Lindberg, sum í dag avloysti Jóhan á Plógv Hansen. 37-ára gamli vongurin fær nú, saman við 24-ára gamla føroyinginum og hinum í danska hópinum, eina HM-gullmedalju um hálsin. Jóhan á Plógv Hansen spældi í fýra dystum, skoraði níggju mál og kann nú kalla seg heimsmeistara. Norra fær annað HM á rað silvur, meðan Frakland fekk bronsuheiðursmerki.  

Danmark – Norra 31-22 (18-11) 

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder