Hondbóltur

Danmark skal reisa seg í Royal Arena

Danmark spælir í kvøld á heimavølli fyri fyrstu ferð síðani HM-sigurin í januar. Jóhan á Plógv er í hópinum.

Mikkel Hansen skal royna at leiða danir til sigurs í kvøld
(Mynd: EPA)

Mikkel Hansen skal royna at leiða danir til sigurs í kvøld (Mynd: EPA)

2019-04-13 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hava verið tvey skakandi úrslit í EM-undankappingini seinastu dagarnar. Fyrst taptu heimsmeistararnir 32-31 í Podgorcia, har Føroyar fyri gott fimm mánaðum síðani fingu javnleik. Fyrradagin tapti Frakland greitt í Portugal, og venjarin og fyrrverandi stórleikarin, Didier Dinard sló eftir dystin fast, at fraklendingar ikki longur eru "serfrøðingarnir" - "Les Experts" hevur verið eyknevnið hjá franska manslandsliðnum tað mesta av hesari øldini, ið teir hava meira ella minni sitið á. 

Danmark hevur í kvøld møguleikan at hevna ósigurin á Balkan, tá ið Montenegro vitjar í Royal Arena. Ósigurin mikukvøldið loypti hvøkk á danir, har teir yvirhøvur ikki fingu steðga álopsspælinum hjá heimaliðnum, og hóast 31 mál vórðu skorað, so brendi liðið hjá Nikolaj Jacobsen opnar møguleikar. Hópurin varð eisini seinkaður á veg til Keypmannahavnar, men nú er málið eittans: At reisa seg frammanfyri danska fólkinum og harvið taka ræðið á bólkinum aftur.  

Danmark og Montenegro fara á frálíka gólvið í stásiligu høllini næstan beint eftir, at Føroyar og Ukraina hava spælt. Dagurin er skipaður av hondbóltssambondunum í Danmark og Føroyum, og atgongumerki er galdandi fyri báðar dystirnar. Har verða helst nógvir spentir danir í høllini, sum koma at síggja Mikkel Hansen, Rasmus Lauge, Niklas Landin og hinar heimsmeistararnar.

Upptakt: Frá Kiev til Keypmannahavn 

Ein føroyingur kann fáa ein leiklut í seinna dystinum í multihøllini í kvøld. 24-ára gamli høgri vongurin, Jóhan á Plógv Hansen, fekk gullheiðursmerki um hálsin í Herning í januar. Hann er aftur úttikin, nú Hans Lindberg ikki er við, og kann spæla sín landsdyst nummar 22 fyri Danmark í kvøld. Jóhan kom ikki á vøllin móti Montenegro mikukvøldið, og spurningurin er, um hann kemur inn og avloysir Lasse Svan í løtum í kvøld. 

Danmark er stórfavorittur, og teir fara at gera alt fyri at vísa at dysturin mikukvøldið ikki var tekin um nakra niðurgongd, men meira ein "off-day" í truplum umstøðum. Heimsmeistararnir hava nakað at prógva frammanfyri sínum áskoðarunum - millum annað fleiri føroyingum. Vit verða eisini til staðar til dystin hjá dønum.

EM-undankappingin, bólkur 8
4. umfar - Royal 
Arena, Keypmannahavn
20.15 (19.15 føroyska tíð): Danmark - Montenegro 

Støðan í bólkinum eftir trý umfør:
Danmark 4
Ukraina 4
Montenegro 3 *
Føroyar 1

*Montenegro er í løtuni besti trý'ari í undankappingini, og kemur, sum tað stendur nú, víðari saman við Danmark og Ukraina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder