Føroyska hondbóltssambandið samstarvar við tað danska um dagsins landsdystir. Bæði Føroyar og Danmark hava heimavøll í bólki 8 í EM-undankappingini, og tað er útselt til hondbóltsdagin í Royal Arena, har møguleiki er at síggja bæði Føroyar - Ukreina og Danmark - Montenegro. Tað er óvist, um tað verður heilt fullsett til dystin hjá Føroyum, men hetta er heilt sikkurt eitt upplivilsi, sum teir í føroysku leguni gleða seg nógv til, og teir sikta eftir at betra um nøkur viðurskifti í spælinum frá dystinum í Kiev í mikukvøldið
Sí eisini:
Video: Eingin av føroysku leikarunum roynt at spælt í so stórari høll áður
-Vit gleða okkum ógvuliga nógv
Tað er serliga verjuparturin, ið føroyingarnir fokusera uppá og vilja fáa betri at koyra. Tað eydnaðist sera væl hjá ukrainum at skræða føroysku verjurna sundur mikukvøldið, og serliga varð tað gjørt við krossingum upp til sterku bakkarnar og skjúttarnar, Sergey Onufryienko og Vladislav Ostroushko. Hetta arbeiddu Sonni Larsen og hansara menn við til venjingina í gjár í stóru og flottu høllini í Ørestad, har pláss er fyri áleið 12.000 áskoðarum í dag.
Myndir: Stórfingnar umstøður í danska høvuðsstaðnum
Tað tykist sum um, at lagið er heilt gott í føroyska hópinum, og allir leikararnir eru til reiðar til uppgávuna, og uppsettir uppá at íhvussu er royna at skava nøkur mál av muninum móti sterka mótstøðuliðnum. Til tað fær liðið hjálp frá nógvum føroyskum áskoðarum, ið allarhelst vera púra sjónligir og mælskir í Royal Arena. Skipað verður fyri upphiting á Oyrasundi - hon byrjar klokkan 14.30.
Les meira: Fjepparatiltak á Oyrasundi
Fyri aðru ferð uppá fýra dagar hittast Føroyar og Ukraina. Okkara mótstøðulið er aftur stórfavorittur og hevur eyðsæð nógva stryki og góðsku. Tað er tó ein ávís optimisma millum føroyingarnir, og hesin serligi heimavøllurin kann eisini geva nakað í dag. Tað snýr seg helst um at royna at verða við í dystinum so leingi sum møguligt, og at taka nakrir av teimum góðu taktunum frá Kiev við.
Vit eru á staðnum í stóru høllini í dag, og hava myndir og samandrátt frá dystinum, umframt samrøður eftir seinasta bríksl. Portalurin er eisini við til dystin hjá Jóhan á Plógv og dønum, ið skulu reisa seg eftir tapið í Montenegro mikukvøldið
EM-undankappingin, bólkur 8
4. umfar - Royal Arena, Keypmannahavn
16.45 Føroyar - Ukreina (17.45 lokala tíð)
19.15: Danmark - Montenegro (20.15 lokala tíð)
Støðan í bólkinum eftir trý umfør:
Danmark 4
Ukreina 4
Montenegro 3 *
Føroyar 1
*Montenegro er í løtuni besti trý'ari í undankappingini, og kemur, sum tað stendur nú, víðari saman við Danmark og Ukreina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald