Hondbóltur

Danmark vendi tí fullkomiliga á høvdið móti fronsku vertunum

Fraklendingar flúgvandi fyrstu løtuna, men heimsmeistararnir tóku yvir móti olympisku og evropeisku meistarunum og vunnu við átta málum. Gidsel, Pytlick og Landin, eldri, í hopla.

Heimsins besti hondbóltsspælari, Mathias Gidsel, var í hopla í París í kvøld. Danmark sendi eitt greitt tekin til hini liðini í kappingini við stórsigrinum á Fraklandi (Mynd: EPA)

Heimsins besti hondbóltsspælari, Mathias Gidsel, var í hopla í París í kvøld. Danmark sendi eitt greitt tekin til hini liðini í kappingini við stórsigrinum á Fraklandi (Mynd: EPA)

2024-07-27 22:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta var bert fyrsta umfar í bólkaspælinum, har fýra av seks liðum koma víðari til OL-fjórðingsfinalurnar. Harvið var ikki nakað serlig avgerandi við dystinum í Versailles í kvøld, men talan var um eitt greitt signal frá dønum í størsta dystinum á fyrsta degi hjá manshondbóltinum.

Heimsmeistararnir vóru annars um háls av fraklendingum fyrstu løtuna. Heimaliðið skoraði í sínum fyrstu níggju álopum, og Vincent Gerard hevði tríggjar stórbjargingar í hinum endanum. 9-4 eftir 11 minuttir, heimaáskoðarnir kókaðu, men so fann Nikolaj Jacobsen loysnir.

[object Object][object Object]
Eftir fyrstu løtuna, har fraklendingar vóru flúgvandi og omaná fysiskt, eydnaðist teimum í reyðum at fáa tamarhald á (Myndir: EPA)

Í verjuni var tað nærum ein 3-3 verja í løtum. Ógvuliga álopskent og hetta tók broddin av fysisku franskmonnum, sum millum annað ikki fingu koyrt sítt krosspæl ella komið í ferð inn ímóti. Nikola Karabatic fór út, og hetta gagnaði ikki Fraklandi, og tað hjálpti als ikki heimaliðnum, at Niklas Landin kom inn í málið. Hann fekk eina frálíka byrjan uppá sítt seinasta endaspæl: Landin bjargaði 14 ferðir restina av dystinum, og hann og verjan - við Saugstrup og Hald mitt fyri - vóru sannførandi í serliga 2. hálvleiki, har yngri Landin eisini kom inn og gjørdi mun sum 2'ari.

Í álopinum kom Simon Pytlick inn aftur um miðjan 1. hálvleik eftir lítlan snudd, og saman við innskifta Thomas Arnoldsen og "sprutlandi" Mathias Gidsel løgdu teir stórt trýst í bakketuni. Arnoldsen er gamal lið- og skúlafelagi hjá Hákuni West av Teigum, Paula Jacobsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu frá Skanderborg, og í sínum fyrsta dysti í einum A-endaspæli gjørdi hann bart í álopi og verju.

Pytlick og Gidsel vóru púra flúgvandi og skræddu fraklendingar sundur við skjótum spæli, snildni og ellivu málum hvør. Danmark var eisini fullkomiliga omaná í kontraspælinum og kom á odda fyri steðgin. Munurin á eitt mál varð skjótt størri í 2. hálvleikinum, og hóast Frakland hekk í eina løtu, so hekk alt betri saman hjá Danmark, sum veruliga fór frá seinastu løtuna.

[object Object]Tað eydnaðist ikki fraklendingum at fáa skil á serliga Simon Pytlick og Mathias Gidsel (Mynd: EPA) 

Sigur á átta mál móti olympisku og evropeisku meistarunum, sum eisini eru vertir, sigur eitt sindur. Søt hevnd frá EM-finaluni í januar eisini, men framvegis langur vegur hjá Danmark, sum ólavssøkudag klokkan 13 spælir móti Egyptalandi. Egyptar vunnu fyrrapartin á Ungarn. Noreg vann seinnapartin greitt á Argentina, hóast stóra stjørnan, Sander Sagosen, fekk reytt kort fyri stegðin.

Í hinum bólkinum var nær við at Japan framdi eina stóra sensatión. Liðið, sum Føroyar spældu tveir venjingardystir ímóti fyrst í mánaðinum (vunnu ein og taptu ein), vóru á odda 18-13 í steðginum, men Kroatia bjargaði sær sigurin í seinastu løtu.

Spania vendi tí móti Slovenia í málfátækum dysti, og so vann Týskland heldur óvæntað á Svøríki - serliga tí týska stjørnan Juri Knorr fekk reytt kort tíðliga í dystinum. Málverjarnir, Andreas Palicka og Andreas Wolff, vóru framúrskarandi fyrstu løtuna, og sviar funnu ongantíð heilt sítt góða spæl. Nú nakað kroystir áðrenn dystin móti Spania ólavsøkudag.

OL-hondbóltur hjá monnum - fyrsta umfar av fimm í bólkaspælinum
Leygardagin 27.07

Bólkur A:
Spania
- Slovenia 25-22 (8-11)
Kroatia - Japan 30-29 (13-18)
Týskland - Svøríki 30-27 (12-11)

Bólkur B:
Ungarn - Egyptaland 32-35 (15-19)
Noreg - Argentina 36-31 (22-15)
Danmark - Frakland 37-29 (18-17)

Øll liðini spæla aftur mánadagin 29. juli, ólavsøkudag. Fýra tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma víðari til fjórðingsfinalurnar.

Kvinnurnar spæla 2. umfar í morgin - har er sama kappingarskipan. Danmark og Noreg bresta saman klokkan 15 - Noreg skal reisa seg eftir tapið fyri Svøríki í 1. umfari. Svenksu kvinnurnar, ið tær føroysku góvu skarpan gang á Hálsi í apríl, skulu spæla móti Týsklandi klokkan 13.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder