Hondbóltur

Danskari verður ungdómsmennari hjá Neistanum

Michael Bøwig hevur drúgvar royndir úr donsku hondbólti.

2019-02-11 19:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Neistin hevur í dag gjørt 1 ára sáttmála við danan Michael Bøwig.

Michael verður ungdómsmennari í Neistanum burturav og byrjar í starvinum 1. mai 2019 Michael er útbúgvin lærari og hevur seinastu 25 árini verið partur av arbeiðinum hjá DHF. Michael er útbúgvin hondbóltsvenjari og hevur verið venjari í nógv ár. Hann hevur verið ungdómsvenjari í fleiri  donskum feløgum og hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari bæði hjá kvinnum og monnum.
 
Michael var á vitjan hjá Neistanum seinasta heyst, har hann hevði eina royndarvenjing við nøkrum av okkara ungdómsleikarum. Eisini var Michael í Føroyum millum jól og nýggjár, har hann var gestavenjari á hondbóltsskúlanum, sum Neistin fyriskipar á hvørjum ári, skrivar felagið á heimasíðuni.
 
Neistin vil fegin raðfesta barna og ungdómsarbeiðið høgt og felagið gleðist tí um at hava gjørt avtalu við Michael Bøwig.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder