Hondbóltur

Danski málverjin elskar føroyska samanhaldið og føroysku náttúruna

(Video): Althea Reinhardt stríddist við tárunum, tá hon sá føroysku frøina og samanhaldið í høllini í gjár. Hon hevur vitjað Føroyar og gleðir seg nú at spæla móti liðnum, sum er í framlopi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-02 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): - Tað vóru ikki bert føroyingar, sum stuðlaðu føroysku kvinnnum í St. Jakobshalle í gjár. Tey lokalu hildu við Føroyum í dystinum móti Kroatia, og eisini nógvir danir - miðlar, áskoðarar og spælarar vórðu "tiknir" av huglagnum og løtuni.

Ein av teimum var Althea Reinhardt:

- Eg haldi, at tað er so vakurt, tá ein tjóð savnar seg á hendan hátt um hondbólt. Tað er millum annað tað, sum ítróttur kann. Hjartað er við, og tað var rørandi at síggja. Eg stríddist so eitt sindur við tárunum, áðrenn vit sjálvar skuldu út til upphitingina, tá eg millum annað sá spælararnar fegnast við fjepparunum.

Soleiðis sigur danski málverjin og profilurin við Portalin á almenna spælaragistingarhúsinum miðskeiðs í Basel í dag. 

Sí eisini: Danir stórliga hugtiknir av føroyska bragdinum í gjár
Tær á føroyska liðnum stórliga fagnaðar í Føroyum

Reinhardt og liðfelagin á landsliðnum og í Odense, Mie Højlund, dáma væl at ganga í náttúrini ymsastaðni, og gera tær ymiskar túrar. Ein av teimum var til Føroyar á sumri 2022. Har upplivdu tær alt møguligt kring í Føroyum og millum annað ein U20 EM-dyst á stórskíggja á trappuni í Vágsbotni - í "føroyskum summarveðri".

- Eg elski náttúruna har, og haldi tað er fantastiskt í Føroyum. Eisini at uppliva samanhaldið til storskíggja-tiltakið; um hondbólt og í regni. 

[object Object]Althea Reinhardt og Mie Højlund vóru eina viku í Føroyum í einari summarfrítíð (Mynd: mithea.dk)

Til ber at síggja meira um túrin HER

28-ára gamli málverjin setti eisini orð á flotta avrikið hjá føroysku málverjunum Anniku Fríðheim Petersen og Rakul Wardum - sum báðar spæla í Kvindeligaen. Júst tað at fleiri føroyskir spælarar spæla á so høgum stigi nú er umráðandi fyri tær, heldur Althea Reinhardt, og nevnir hon Janu Mittún (Viborg) sum eina, ið veruliga byrjar at gera um seg í bestu donsku deildini.

Í morgin skal Reinhardt royna at steðga Mittún og teimum, og gleðir hon seg til spæla undir teimum umstøðunum, sum fara at vera við føroysku áskoðarunum og ferðmikla mótstðuliðnum í annaðkvøld.

Føroyar og Danmark spæla í seinasta umfari í bólkaspælinum í morgin klokkan 17.00 føroyska tíð - Danmark er víðari, og Føroyar skulu vinna fyri at hava ein møguleika at spæla seg víðari.

Hoyr samrøðuna ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder