Fótbóltur

Danskur landsliðsleikari á veg til FC Barcelona

Enn er ikki váttað, men alt bendir á, at Martin Braithwaite skiftir til katalanska stórfelagið.

Martin Braithwaite (í grønum) í dysti fyri Leganés móti FC Barcelona (Mynd: EPA)

Martin Braithwaite (í grønum) í dysti fyri Leganés móti FC Barcelona (Mynd: EPA)

2020-02-18 11:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri spanskir miðlar skriva í dag, at danski landsliðsleikarin Martin Braithwaite skjótt verður Barcelonaspælari. Væntandi eru samráðingarnar komnar upp á pláss í dag, skrivar blaðið AS.

Hóast onki enn alment er komið upp á pláss, plagar okkurt at vera í tí, tá fleiri sponsk bløð skriva, at spælarin er komin til Barcelona at samráðast.

Martin Braithwaite skorar í løtuni mál fyri spanska felagið Leganés, og sambært sponsku bløðunum er talan um, at FC Barcelona nú gagnnýtir eina serliga tilskilan í sáttmálan, sum ger tað møguligt at keypa hann leysan, skrivar TV2.

Um henda flytingin gerst veruleiki er talan um eina óvanliga flyting, tí flytingargluggin er ikki opin í løtuni. Skiftið gerst møguligt, tí Barcelona-spælarin, Ousmane Dembele, er vorðin langtíðarskaddur og kann ikki spæla meira hetta kappingarárið.

Í slíkum førum kann eitt felag søkja um undantaksloyvi til at fáa til vega avloysara úr øðrum sponskum felag.

Um Martin Braithwaite flytir til Barcelona, gerst hann sætti danski fótbóltsspælarin, sum spælir fyri katalanska stórfelagið. Hinir danirnir eru Allan Simonsen, Michael Laudrup, Ronnie Ekelund og spansk-danski Thomas Christiansen, sum hevur umboðað bæði donsk og sponsk landslið. Harafturat spælir Line Røddik við kvinnuliðinum hjá FC Barcelona.

Braithwaite flutti til spanskan fótbólt fyri einum ári síðan, tá Leganes leigaði hann frá Middlesbrough í Onglandi. Fyrsta hálvárið í sponskum fótbólti gekk so mikið væl, at Leganes skrivaði sáttmála við Baithwaith fram til 2023. Í hesum sáttmála er ein sokallaður leyskeypingarklausulur á minst 135 milliónir krónur, skrivar TV2.

Hetta kappingarárið hevur danski áleyparin skotið seks mál fyri Leganes. 28 ára gamli Martin Braithwaite er skrásettur fyri 39 dystir á danska A-landsliðnum. Hann kemurupprunaliga úr Esbjerg, men hevur verið fleiri ár í fronskum fótbólti eisini í felagnum Toulouse.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder