Hondbóltur

Danskur sigur á Egyptalandi eftir heldur taman dyst

Jóhan á Plógv Hansen sat á bonkinum allar 60 minuttirnar í Herning. Týskland spældi seg víðari, og Norra vann skandinavisku uppgerðina.

2019-01-21 21:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um ein ógvuliga málfátækan 1. hálvleik í Herning. Danska álopsspælið var stirvið og seint við fáum flytingum. Tað eydnaðist ikki at opna egyptar upp, ið vardu væl; við m.a ágangandi verjuspælið mótvegis Mikkel Hansen og einum vælleikandi málverja. Danska verjan spældi eisini ein góðan 1. hálvleik.

Eftir steðgin kom eitt sindur meira lív í. Mikkel Hansen kom væl inn í dystin, har hann fekk fýra mál og fekk sett hinar væl upp; millum annað strikuleikaran Anders Zachariassen. Nikolaj Øris kom eisini væl inn frá bonkinum, og 7 ímóti 6 spælið eydnaðist væl. Danmark fekk lukkað dystin og vann rættiliga trygt.

Nikolaj Jacobsen spældi aftur smalt í dag; umframt Jóhan á Plógv Hansen komu Casper U. Mortensen, Morten Olsen og Nikolaj Markussen ikki inn, og Henrik Toft Hansen fekk bert eina heilt lítla løtu. Jóhan á Plógv hevur ikki verið á vøllinum í millumumfarinum, men møguleiki er fyri tí ímóti Svøríki mikukvøldið. Tá skal Danmark bara ikki tapa við meira enn fyra málum - so er liðið til reiðar til hálvfinaluna.

Fyrr í dag var lyklauppgerð ímíllum Norra og Svøríki í Jyske Bank Boxen. Norðmenn vóru tvey stig aftanfyri undan dystinum, og høvdu tískil tørv á einum sigri. Fyriuttan eina lítla løtu í 1. hálvleiki, har sviar høvdu leiðsluna, so var Norra omaná og vann við trimum málum. Harvið hevur Norra góð kort á hondini í mun til at koma víðari.

Braslia megnaði ikki at fylgja upp uppá góða sigurin á Kroatia. Brasliumenn vóru aftur í eldinum í dag, men har vóru spaniumenn ov sterkir. Hvørgan av liðunum hava. 

Í Koln var stór frøi á teimum allarflestu, tá týsku vertirnir spældu seg víðari til hálvfinaluna. Talan var um ein ógvuiuga tættan dyst ímóti Kroatia, ið hevði tørv á at vinna. Tað var aftur verjuparturin hjá týskarunum, ið var lykilin aftur hendan dystin, og ímóti endanum tryggjaðu trý mál á tað Týsklandi sigurin.

Øll liðini spæla seinasta dystin í millumumfarinum mikudagin. 


Bólkur
 I:
Spania - Brasilia 36-24 (19-13)
Kroatia - Týskland 21-22 (11-11)


Frakland 7 

Týskland 7
Kroatia 4 
Spania 4
Brasilia 2
Ísland 0 


Bólkur II: 
Svøríki - Norra 27-30 (14-17)
Egyptaland - Danmark 20-26 (7-9)


Danmark 8
Svøríki 6
Norra 6
Ungarn 3 
Egyptaland 1 
Tunesia 0 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder