Fótbóltur

Danskur venjari og viðmerkjari bergtikin av KÍ

- Sær út til at vera ógvuliga torført at fara til Føroyar at spæla, og eg vænti, at KÍ fær fleiri stig í bólkaspælinum, segði David Nielsen á TV2 í sambandi við dystin móti Lille.

David Nielsen, her sum AGF-venjari í Conference League í 2021. - KÍ vísti mær og øllum øðrum, at man veruliga hoyrir heima í hesum bólkaspælinum (Mynd: EPA)

David Nielsen, her sum AGF-venjari í Conference League í 2021. - KÍ vísti mær og øllum øðrum, at man veruliga hoyrir heima í hesum bólkaspælinum (Mynd: EPA)

2023-10-06 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At KÍ hevur framt fleiri stór evropeisk úrslit seinastu mánaðirnar hevur sjálvandi vakt stóran ans uttanfyri landoddarnar. Sjóneykan hevur verið á KÍ ymsa staðni frá, og "trýstið" var serliga stórt eftir sigurin á Häcken og kring dystirnar móti Molde.

Danska TV2 hevur rættindini til at senda allar dystirnar hjá KÍ í Conference League-bólkaspælinum og ger rímiliga nógv burturúr. Til dystin móti Lille í gjár var David Nielsen viðmerkjari hjá væl fyrireikaðum frásøgumanni. Fyrrverandi yrkisspælarin, sum millum hevur spælt saman við Toda Jónsson í FCK og spælt evropeiskar dystir við FC Midtjylland móti B36, hevur nógvar venjararoyndir eisini. Hann er eisini kendur nú sum ein heldur kritiskur viðmerkjari, men KÍ var David við uppá:

- Í fyrra hálvleiki spældi KÍ ógvuliga væl. Teir tordu at spæla bóltin frá verjuni og sóu út sum eitt "veruligt" fótbóltslið. Tað er bergtakandi og skapar virðing (...) KÍ vísir eisini mær og øllum øðrum, at man veruliga hoyrir heima her. Tá man slær fleiri heilt góð lið út, er tað heldur ikki tilvildarligt, at man er komin so langt.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Hann byrjaði við at siga, at hann hevði glett seg ógvuliga nógv til hetta, og fleiri ferð gjøgnum dystin stórrósti David Nielsen hálvtíðarspælarunum úr føroysku kappingini. Hetta fyri teirra ídni, verjuspæl og eisini at teir tordu at spæla í løtum. Hetta sæst á beinleiðis blogginum á tv2.dk. Hann var meira bergtikin av KÍ enn vónbrotin av Lille. Víst verður millum eisini á styrkina hjá KÍ á serliga heimavølli.

- Ein útidystur haruppi kann verða trupul - eisini við nøkrum útskiftinum á liðnum til dømis. Tað eydnaðist ikki hjá Lille við teimum tingunum, sum teir gjarna vildu, og serliga áðrenn steðgin riggaði heilt nógv hjá KÍ. Tað sær út til at vera eitt ógvuliga, ógvuliga trupult stað at koma at spæla. Vit kunnu fegnast um, at eitt danskt lið ikki skal til Føroyar at hitta KÍ - tað kundi verið ótespiligt, sigur David Nielsen á TV2.

[object Object]
Mynd frá dystinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir her

Fyrrverandi áleyparin og venjarin í bestu norsku og donsku deildunum er vísir í, at KÍ fær fleiri stig enn hetta søguliga stigi í bólki A í Conference League.

- Eg trúgvi, at teir fara at fáa fleri stig, og tað er vilt. Tey stigini, teir samla inn, hava eisini stór peningavirði.

Flotti javnleikurin móti franska Lille í gjár gevur KÍ líka yvir eina millión krónur. Næsta evropeiska uppgávan er Olimpia Lubljana á Tórsvølli 26. oktober.

Sí eisini: KÍ hevur verið væl við í øllum evropeisku dystunum

---------------------------------------------------------

UEFA Europa Conference League bólkur A, 2. umfar
Tórsvøllur, hósdagin 05.10
KÍ - LOSC Lille 0-0 (0-0)

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg - Páll Andrasson Klettskarð

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hallur Hansson, Sivert Gussiås og Mads Boe Mikkelsen

Áskoðaratal: 2.191


Olimpia Lublijana - Slovan Bratislava 0-1

Støðan eftir tvey umfør: 
1. Slovan Bratislava 6 stig
2. LOSC Lille 4 stig
3. KÍ 1 stig 
4. Olimpia Lublijana 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder