Í gjárkvøldið fekk KÍ fyrsta stigið nakrantíð hjá føroyskum felagi í einum evropeiskum bólkaspæli. Føroyameistararnir hildu Lille frá stórum málmøguleikum tað mesta av dystinum, og útiliðið hevði ikki eitt skrásett skot innanfyri málrammuna, tó at Lille rakti yvirleggjaran einaferð.
Gamaní skapti KÍ lítið og einki frameftir. Hetta var eisini nakað, sum Magne Hoseth og spælararnir vóru ónøgdir við eftir dystin. Tó er 0-0 úrslitið eitt góðskustempul, og eisini nakað ið vekir ans uttanfyri landoddarnar.
Sí samrøðurnar frá í gjár:
Magne Hoseth: - Dreingirnir stríðast sum leyvur - avrikið við bólti langt frá nóg gott
Vegard Forren: - Hesir dystirnir geva okkum sjálvsálit
René Shaki Joensen: - Hetta eru serligar løtur av vera partur av - verjuspælið til UG men tað við bóltinum skal betrast
Jákup Biskopstø Andreasen: - Eru í hesum bólkaspælinum tí vit ætla okkum víðari
Sí myndir frá dystinum
At KÍ framdi so sterkt verjuavrik merkir, at liðið framvegis bert hevur latið tvey mál inn í sínum evropeisku heimadystum í 2023. Málini ímóti higartil hava verið móti Molde og Sheriff Tiraspol á Tórsvølli.
Hetta er triði 0-0 dysturin hjá KÍ í Føroyum í ár, og liðið hjá Magna Hoseth er framvegis ósigrað á Tórsvølli/Djúpumýru í evropeisku dystunum.
Áskoðararnir hjá KÍ hava ikki sæð teir tapt á føroyskari jørð í evropeiskum dysti í longri tíð (Mynd: Sverri Egholm)
Um hugt verður eftir teimum tíggju dystunum, ið føroyameistararnir hava spælt í teimum trimum ymisku evropeisku kappingunum seinastu mánaðirnar, so sæst eitt mynstur. Allir dystirnir hava sum so verið tættir, og einki hevur verið avgjørt fyrren við seinasta bríksl. Einasta undantakið er, tá KÍ setti ungarskt stórfelag uppá pláss á útivølli - yvirlit sæst niðast.
Júst hetta er ógvuliga flott av KÍ; at man yvir so nógvar dystir heldur eitt ávíst botnstig. KÍ hevur tó ikki vunnið í teimum seinastu fimm evropeisku dystunum og skal fáa sigrar, um málið um víðari luttøka í Conference League skal røkkast.
Næsta uppgáva hjá KÍ í Conference League bólkaspælinum er eisini á heimavølli. Tá vitjar Olimpia Lubljana, sum er niðast í bólkinum við ongum stigi eftir tvey umfør. Slovenska meistaraliðið er styrkismett líka omanfyri KÍ.
Champions League:
1. umfar:
KÍ - Ferencvárosi 0-0
Ferencvárosi - KÍ 0-3
2. umfar:
KÍ - BK Häcken 0-0
BK Häcken - KÍ 6-7 eftir brotsspørk - 3-3 eftir longda leiktíð
3. umfar:
KÍ - Molde FK 2-1
Molde FK - KÍ 2-0 eftir longda leiktíð - 1-0 eftir vanliga leiktíð
Europa League play-off:
KÍ - Sheriff Tiraspol 1-1
Sheriff Tiraspol - KÍ 2-1
Conference League bólkaspæl
1. umfar
Slovan Bratislava - KÍ 1-2
2. umfar
KÍ - LOSC Lille 0-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald