Tað gjørdist eitt stórt føroyskt fótbóltskvøld í kuldanum á Tórsvølli, har beint yvir 2.000 mælskir áskoðarar hjálptu stríðfúsu KÍ-spælarunum á mál. Gamaní spardi Lille væl av fólki í kvøld, men at fáa stig móti liði úr topp-fimm deild í Evropa í einum bólkaspæli er flott - sera flott.
Tað var annars als ikki nakar flottur fótbóltsdystur, men líka løgdu føroyameistararnir í. Lille rakti yvirleggjaran í 55. minutti og legði til tíðir tungt trýst, men KÍ stóð væl ímóti, har Odmar Færø og hinir avgreiddu uppgávurnar í einum heilstoyptum avriki. Fáir málmøguleikar vóru sum heild í dystinum.
Innskifti Hallur Hansson hevði fínan fluktara, og eftir gott álopsspæl og innlegg noyddist Lille at rudda burtur í málteiginum. Annars var tað ikki nógv álopskent hjá KÍ i dag.
Tað snúði seg um at halda kviku mótsstøðuspælarunum vekk, og tað eydnaðist - eisini tá málslúkurin Jonathan David kom inn.
Nú er KÍ á talvuni og er á 3. plássinum í bólki A. Felagið fær 1,2 milliónir krónur í kassan av hesum úrslitinum.
UEFA Europa Conference League bólkur A, 2. umfar
Tórsvøllur, hósdagin 05.10
KÍ - LOSC Lille 0-0 (0-0)
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg - Páll Andrasson Klettskarð
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hallur Hansson, Sivert Gussiås og Mads Boe Mikkelsen
Áskoðaratal: 2.191
17.45: Olimpia Lublijana - Slovan Bratislava 0-1
Støðan eftir tvey umfør:
1. Slovan Bratislava 6 stig
2. LOSC Lille 4 stig
3. KÍ 1 stig
4. Olimpia Lublijana 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald