Lukas S. Enevoldsen og B36 hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum knýtir sterka miðverjan at B36 í 2022
Danin kom til felagið í fjør, og sæð burtur frá onkrum smærri skaðasteðgi, var krútsterki danin fastur partur av miðverjuni hjá teimum hvítu í Gundadali, sum endaðu nummar fimm í landskappingini, men sum vunnu steypakappingina.
Frøi á Tórsvølli í desember (Mynd: Sverri Egholm)
- Fyri okkum í B36 eru hetta gleðilig tíðindi. Lukas er sum spælari ein typa, sum setir krøv til bæði seg sjálvan og onnur, og soleiðis er hann støðugt við at gera bæði seg sjálvan og viðspælarar enn betri, sigur felagið.
Landskappingin í fótbólti byrjar um ein lítlan mánað. B36 spælir fyrsta dystin sunnudagin 6. mars, tá toftamenn koma á vitjan í Gundadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald