Fótbóltur

Deadline Day: Arsenal og Tottenham fingu mest burturúr

Teir í reyðum úr Norður London fingu styrkt verjuketuna, og teir í hvítum fingu tveir spenanndi leikarar inn. Manchester United bara misti.

David Luiz gjørdist í gjár Arsenal-leikari (Mynd: Arsenal)

David Luiz gjørdist í gjár Arsenal-leikari (Mynd: Arsenal)

2019-08-09 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 20.00 seta Liverpool og Norwich Premier League kappingarárið í gongd. Stórur spenningur er, nú kappingin við tí mesta áhugaðunum kring heimin byrjar aftur.

Liverpool gjørdi einki viðvíkjandi flytingum í gjár, tá fokus var á júst  leikaraflytingar. Fyrr var tað 31. august, men nú vilja Premier League-feløgini hava avgreitt leikarakeyp, áðrenn kappingin byrjar. Fylgt var við, hvørji keyp feløgini fóru at gera á senasta degi. Premier League feløg kunnu selja spælarar restina av august.

Les eisini: Deadline day: Fylg við her

Arsenal fekk David Luiz inn fyri 8 milliónir pund beint áðrenn freistina. 32-ára gamli brasliumaðurin kemur at styrkja miðverjuna, ið stór spurnartekin hava verið sett við. Luiz kemur frá nágbúgvunum Chelsea, og hevur fingið ein tvey ára sáttmála. Hann og Unai Emery hava arbeitt saman í PSG. Eisini kom 22-ára gamli vinstri bakkurin Kieran Tierney úr Celtic. Hann er føddur í Isle of Man og kostaði Arsenal 25 milliónir pund. Arsenal seldi eisini Alex iwobi, ið nú helst var komin afturum m.a nýinnkeypta Pepe í køðini á kantinum. Everton rindaði áleið 35 milliónir pund fyri 23-ára gamla leikaran úr Nigeria. 

[object Object]
(Lo Celso)

Nábúgvarnir stríddust við at fáa Pablo Dybala í hús, men fyrrapartin í gjár trýsti Juventus á stop-knøttin; italenska stórfelagið vildi ikki selja kortini. Frammanundan var Philippe Coutinho uppá spæl, men tað vóru 23-ára gamli Givaonno Lo Celso og 20-ára gamli Ryan Sessegnon, ið skrivaðu undir á Deadline Day. Lo Celso verður leigaður úr Betis í eitt ár við einum keypsmøguleika tilnýttum áljóðandi 55 milliónir pund. Argenski miðvallarin  verður liðfelagðir við ein av mest spenanndi ensku kantleikaraunum, ið eisini kann røkja plássið á vinstra bakki. Sessegnon kemur úr Fulham fyri 25 milliónir pund. Josh Onomah fór hinvegin. 

[object Object](Romelu Lukaku hevur skift til Inter úr Manchester United - Mynd: EPA)

Manchester United varð sett í samband við miðvallarar sum Bruno Fernandes, Sergei Milinkovic-Savic, Christian Eriksen og Pablo Dybala. Eingin kom til, og enn er væl hugsandi, at Paul Pogba verður seldur. Romelu Lukaku varð seldur í gjár. Inter Milan keypti belgiska áleyparan, ið ikki hevur verið fastur maður undir Solskjær, fyri 74 milliónir pund, og hevur gjørt ein fimm-ára sáttmála í Inter.

Les eisini: Fótbóltsspælarar fluttu feløg fyri 114 milliardir krónur

Wilfried Zaha var ikki til venjing í gjár men Crystal Palace vildi ikki selja hann til Everton. Felagið úr Liverpool fekk heldur ikki fatur á Marcos Rojo ella Chris Smalling. Everton gjørdi eina roynd at fáa báðar United-verjuleikararnir farnu dagarnar. Iwobi kom so í hús

Nakrir aðrar flytingar í gjár: 

- Andy Carroll er aftur í Newcastle. Eftir næstan sjey ár í West Ham skiftir 30-ára gamli skaðaplágaði áleyparin til Norðuronglands, har hann fær ein eitt-ára sáttmála 

- Leicester keyti miðvallaran Dennis Praet frá Sampdoria fyri 18 milliónir pund

- Burnley leigaði miðvallaran Danny Drinkwater úr Chelsea, og Manchester City leiðgaði Scott Carson úr Derby. Aaron Mooy varð útleigðaur úr Huddersfield til Brighton

- Watford keypti kantspælaran Ismaila Sarr úr Rennes, og Southampton leigaði unga verjuleikarana, Kevin Danso, úr Augsburg 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder