placeholder
Fótbóltur

Deadline Day: Fylg við her

Tottenham hevur fingið Sessegnon og Lo Celco uppá pláss. Luiz er á veg inn og Iwobi á veg út í Arsenal - klokkan 19.00 er freistin at fáa tað seinasta uppá pláss í samband við avltaur, ið eru gjørdar ímillum feløg áðrenn klokkan 17.

Giovani Lo Celco er nú Tottenham-leikari - talan er um eitt-ára lán í fyrstu atløgu

Giovani Lo Celco er nú Tottenham-leikari - talan er um eitt-ára lán í fyrstu atløgu

2019-08-08 18:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr var tað 31. august, men nú vilja Premier League-feløgini hava avgreitt leikarakeyp áðrenn kappingin byrjar. Liverpool og Norwich leggja út í annaðkvøld, men í dag hevyr fokus verið á, hvørji keyp feløgini fóru at gera á senasta degi. Premier League feløg kunnu selja spælarar restina av august.

Les eisini: Flytingarvindeygað í Onglandi letur aftur í dag

Tað allarmesta er komið uppá pláss - klokkan 17.00 stongdi vindeygað alment. Her er tað seinasta. Vit enda hervið okkara frásøgn frá Deadline Day í Onglandi. Vit fylgja upp uppá dagin og tær seinastu avtalurnar í morgin. 

[object Object]
(Arsenal roynir tryggja sær David Luiz, ið kemur at vera kærkomin styrkur til verjuketunua - Mynd: EPA)

18.36: Sambært Sky Sports eru tað fimm flytingar, ið arbeitt verður við at fáa uppá pláss áðrenn freistin fer klokkan 19.00. Talan er um avtalur ímillum feløg, ið eru komnar uppá pláss, men har løknakanning, sáttmálaviðurskifti, ella annað manglar enn. Væntað verður at allar ella tær flestu av hesum koma uppá pláss, men tíðin rennur undan, og serliga er spenningurin stórur viðvíkjandi Arsenal.

David Luiz til Arsenal
Alex Iwobi il Everton
Mohammed Besic til Sheffield United
Meritan Shabani til Wolves
Kevin Danso til Southampton

18.00: David Luiz er framvegis ikki kunngjørdur í Arsenal, men væntað verður, at tað kemur uppá pláss innan næsta tíma. Alex iwobi verður Everton-leikari um eina løtu

17.44: Tottenham hava tryggjað sær enn ein miðvalllara. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Pablo Dybala, men Giovanni Lo Celso er kunngjørdur. Talan er um eina eitt-ára leigu, við einum keypsmøguleika fyri 55 milliónir pund. 23-ára gamli argentinin kemur úr Betis, ið keypti hann leysan frá PSG fyrr í ár. 

17.10: Vindeygað er lukkað, men galdandi reglugerð er, at um feløgini eru vorðin samd, og bert tey seinastu tingini mangla at koma uppá pláss, so er freistin kl.19.00. Tí verða fleiri avtalur helst kunngjørdar komandi tveir tímarnar.

17.07: Everton hava sambært BBC fingið játtandi svar frá Arsenal uppá eitt boð fyri Alex Iwobi. Keypsprísurin er áleið 35-40 milliónir pund. Everton fær tó ikki fatur á Manchester United-verjuleikaranum, Marcos Rojo, ið felagið vildi leigað.

17.05: Manchester City hevur leigað málverjan Scott Carson úr Derby. 33-ára gamli Carson verður triðji málverji hjá meistarunum, og hansara tilgongd hongur helst saman við, at City skal hava nógv mikið av skrásettum enskum leikarum í hópinum

16.59: Danny Drinkwater verður leiðagur úr Chelsea. Burnley hevur gjørt avtalu um enska miðvallaran. 29-ára gamli Drinkwater var ein umráðandi partur av meistaraheitinum hjá Leicester í 2016, men hevur verið eitt stórt vónbrot í Chelsea seinastu tvey árini.

16.57: Arsenal hevur váttað keypið av Kieran Tierney. 22-ára vinstri bakkurin kemur úr Celtic, og fleiri onnur feløg hava dyrgt eftir honum seinasta árið.  

16.53: Andy Carroll er nú aftur Newcastle-leikari. 30-ára gamli skaðaplágaði áleyparin vendir aftur til Norðurongland, haðani hann er ættaður, og til felagið ið seldi hann til Liverpool fyri 35 milliónir pund á Deadline Day í januar í 2011. Talan er um ein eitt-ára sáttmála. Carroll kemur úr West Ham, ið hann hevur leikt fyri í næstan sjey ár. London-felagið lat hann fara í summar.

[object Object]
(Manchester United fær 74 milliónir pund fyri Romelu Lukaku - Mynd: EPA)

17.00: 
Romelu Lukaku er nú Inter-leikari. Belgiski áleyparin kom til United fyri líka yvir 75 milliónir pund fyrraárið; nú skiftir hann fyri líka undir sama prís til italskan fótbólt. Skiftið hevur leingi verið á veg: 26-ára gamli Lukaku hevur ikki spælt ein minutti í venjingardystum fyri United í summar, vandi fyrr í vikuni við barndómsfelagnum Anderlecht, og hóast hann var á veg til Juventus dyri Dybala, skal hann nú spæla í Milano.  Fimm-ára sáttmáli er gjørdur ímillum partarnar, og Lukaku sigur, at Inter er einasta liðið, sum hann vildi skifta til. 

15.58: Aaron Mooy skal aftur spæla í Premier League. Avstralski miðvallarin hevur longt sáttmálan við niðurflutta Huddersfield í dag, men verður samstundis leigaður út til Brighton í eitt ár til 

15:48: Sambært BBC er Ryan Sessegnon nú Tottenham-leikari. 20-ára gamli kantleikarin fær ein fimm-ára sáttmála, og kostar áleið 30 milliónir pund. Miðvallarin Josh Onomah skiftir hinvegin; til Fulham. Argentinski miðvallarin Giovanni Lo Celco er næstan uppá pláss hjá Tottenham, og sambært summum miðlum er hetta ein "done deal"

[object Object]
(Hann var ikki til venjing í morgun, men Zaha fer ikki úr Crystal Palace á hesum sinni - Mynd: EPA)

15.43:
Sky Sports hevur fingið at vita frá Crystal Palace, at felagið einki ger, áðrenn vindeygað steingir, og at Wilfried Zaha ikki skiftir til Everton ella nakað annað felag í dag, hóast leikarin hevur sagt, at hann vil vekk. 

15.33: West Bromwich hava keypt 30-ára gamla áleyparan Charlie Austin frá Southampton fyri 4 milliónir pund. Hann fær ein tvey-ára sáttmála. Watford hevur tryggjað sær 21-ára gamla Ismaila Sarr. Senegalisin kemur úr Sarr

14.33: 
United vil hava ein áleypara, áðrenn flytingarvindeygað lukkar, men tað verður ikki Mario Mandzukic, sum felgið hevur verið sett í samband við seinastu dagarnar. Ed Woodward og co. høvdu nakað av samráðingum um Juventus-áleyparan, men nú er greitt at United ikki ger meira við tað. Hetta skrivar Sky Sports. Fernando Llorente úr Tottenham er nú besta boðið. 

[object Object]
(Andy Carroll verður avdúkaður sum Newcastle-leikari hvørja løtu - Mynd: EPA)

13.57:
Jim White á Sky Sports skrivar á Twitter, at áleyparin Andy Carroll kemur heim til Newcastle, og at talan er um ein eitt-ára sáttmálan

13.12:
Wilfried Zaha vandi ikki við Crystal Palace í morgun. Álopskendi leikarin frá Fílabeinsstrondini varð fyrr í summar settur í samband við Arsenal, men nú er mest sannlíkt, at Zaha skiftir til Everton, um hann yvirhøvur fer. Everton hevur bjóðað áleið 70 milliónir pund fyri Zaha fyri stuttum, men tað segði Palace nei til. 

12.56:
Arsenal og Chelsea eru sambært BBC og øðrum samd um ein keypsprís áljóðandi 8 milliónir pund fyri David Luiz, ið ynskir at skifta. Summir miðlar vilja verða við, at 32-ára gamli braslianski miðverjin ikki er í ætlanunum hjá Frank Lampard  

[object Object]
(Fyrst skuldi hann til United, síðani til Tottenham, men nú er greitt, at Dybala kortini ikki fer at spæla í Premier League - Mynd: EPA)

11.46: Fleiri flytingar fara helst at koma uppá pláss í Premier League komandi tímar BBC og aðrir miðlar skriva nú, at Juventus hevur hálað stikkið úr flytingini hjá Pablo Dybala. Týskvøldið frættist, at Juventus og Tottenham vóru komin ásamd um ein keypsprís fyri argentinska leikaran. Giovanni Lo Celso er í London, og verður allarhelst Tottenham-leikari í dag. Champions League-finalistarnir frá í fjør royna at eisini at fáa fatur á Ryan Sessegnon úr Fulham. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder