28-ára gamli Delphin Tshiembe hevur afrikanska bakrund. Hann er føddur í Kongo, men er uppvaksin í Danmark.
Har spældi hann í ungdómsdeildini hjá FCK, KB, men sló ígjøgnum sum vaksnamannaleikari í HB Køge. Í tvey ár, frá 2016-2018, var Tshiembe liðfelagið hjá Halli Hanssyni í Horsens. Verjuleikarin hevur spælt 58 dystir í fremstu donsku røð fyri AC Horsens, og sambært Transfermarket hevur hann eisini leikt 58 dystir í næstbestu donsku deildini.
Seinast Tshiembe spældi, var í bestu skotsku deildini í 2018. Tað var fyri Hamilton Academical, har hann spældi 19 dystir. Í eitt og eitt hálvt ár hevur nýggi HB-leikarin verið plágaður av skaða, og hann hevur verið sáttmálaleysur síðani á summri í fjør.
Heimasíðan hjá HB lýsir Delphin Tshiembe sum ein 188 cm høgan miðverja, ið eisini hevur spælt á miðvøllinum. Venjarin Jens Berthel Askou lýsir nýggja leikaran á hendan hátt:
– Hann er ein sterkur spælari. Sterkur í nærdystum, bæði í luftspælinum og í mann móti manni. Harumframt er hann róligur, og hevur gott eyga fyri spælinum. Delph hevur nakrar leiðaraeginleikar, bæði á og uttanfyri vøllin. Hann tekur ábyrgd, og stýrur liðnum. So er hann eisini ein glaður og útvendur persónur, sum skapar gleði og gevur sítt íkast til samanhaldið á liðnum, leggur Berthel afturat.
Hetta er triðji danin, ið kemur til HB í vetur. Miðvallarnir Mattias Nygaard og Mikkel Frankoch spæla eisini í svarta og reyða búnanum í 2020. Delphin Tshiembe avloysir Lasse Anderseni hópinum hjá HB. Danin var í 2018 og 2019 fastur maður til vinstru í miðverjuni.
Fótbóltur
Delphin skal avloysa Lasse Andersen
HB hevur seinnapartin gjørt sáttmála við nýggjan danskan miðverja.
28-ára gamli verjuleikarin hevur seinast spælt í Skotlandi. Seinastu tíðina hevur hann havt skaðatrupulleikar (Mynd: hb.fo)
2020-02-27 17:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald