– Tað er stór framgongd í føroyskum hondbólti og eg vil fegin vera við at føra føroyskan hondbólt enn longur fram á leið,
Hetta sigur nýggi hjálparvenjarin við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.
Dia Midjord tekur við eftir Jeppe Borch, ið hevur verið hjálparvenjari seinastu tvey árini. Jeppe Borch er fluttur aftur til Danmarkar, eftir fýra ár í føroyskum hondbólti, har hann hevur staðið á odda fyri KÍF og Neistanum.
Dia hevur seinast verið venjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Áður hevur hann millum annað verið venjari hjá VÍF.
A-landsliðið við monnum fer nú undir fyrireikingarnar til HM-undankappingina, sum byrjar í vetur. Manslandsliðið savnast í komandi viku, tá liðið millum annað skal spæla venjingardyst móti danska stórfelagnum, Bjerringbro/Silkeborg, í Høllini á Hálsi.
Hópurin er í dag kunngjørdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald