Annað

Djokovic megnaði ikki at taka metið

Tennis: Russin Daniil Medvedev vann lættliga US Open finaluna í nátt.

Djokovic (t.v.) og Medvedev eftir US Open-finaluna (Mynd: EPA)

Djokovic (t.v.) og Medvedev eftir US Open-finaluna (Mynd: EPA)

2021-09-13 16:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russin Daniil Medvedev kundi fyri fyrstu ferð í nátt frøast yvir ein finalusigur í eini av teimum fýra størstu kappingunum innan tennis, tá hann óvænta lættliga vann 6-4, 6-4, 6-4 á Novak Djokovic, sum er nummar eitt á styrkilistanum yvir menn í tennis.

34 ára gamli serbin kundi við einum sigri havt tryggjað sær sín 21. grand slam-sigur, og kundi harvið farið fram um kappingarneytarnar Roger Federer og Rafael Nadal, ið eisini hava vunnið 20 Grand Slam-sigrar í einmansleiki hvør.

Novak Djokovic kunvi eisini blivið tann fyrsti mannligi tennisleikarin í 52 ár at vinna allar fýra grand-slam kappingarnar í sama kappingarári. Men tað eydnaðist ikki.

Grand Slam kappingarnar eru Australian Open, Wimbledon, French Open og US Open. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder