Hondbóltssamband Føroya hevur í dag kunngjørt, at avtala er gjørd við Djóna Gaard Joensen og Jesper Bak um at standa á odda fyri U08-landsliðnum hjá monnum næstu tvey árini. Talan er um dreingir føddir í 2008 og 2009.
Annar er hoyvíkingur og hin er dani.
Djóni Gaard Joensen hevur verið hjálparvenjari hjá U04-landsliðnum við monnum seinastu árini. Hetta er liðið, sum endaði nummar níggju til EM fyri U18 og nummar átta til HM fyri U19. Djóni hevur royndir sum bæði ungdómsvenjari og hjálparvenjari hjá mansliðnum og kvinnuliðnum hjá H71. Í løtuni er hann í fulltíðarstarvi í barndómsfelagnum.
Djóni Gaard Joensen til U19 EM-endaspælið í Kroatia í 2023. Á tí liðnum vóru millum annað Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Jesper Bak hevur seinastu árini verið venjari hjá bæði mansliðnum og fleiri ungdómsliðum hjá StÍF og VÍF. Frammanundan hevur hann royndir sum venjari í Danmark, skrivar hsf.fo
Dreingirnir hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt landslið. Fyrsta uppgávan hjá yngsta landsliðnum hevur vanliga verið European Open í Gøteborg, men av tí, at EHF hevur broytt aldursbólkarnar til European Open verður í løtuni arbeitt við at finna eina aðra kapping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald