Fótbóltur

Djordjevic flytur í Gundadal

30-ára gamli álopsspælarin hevur spælt við EB/Streymi seinastu trý árini - í 2022 undir júst Jákup Martini Joensen sum er høvuðsorsøk til hetta skiftið. Nú hava Filip og B36 skrivað undir eitt-ára sáttmála.

B36 verður sætta felagið, sum Filip Djordjevic umboðar í Føroyum.

B36 verður sætta felagið, sum Filip Djordjevic umboðar í Føroyum. "Føroyskt-talandi serbin" hevur sereginleikar við bóltinum (Mynd: B36)

2024-12-20 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur vant við seinastu tíðina, og seinnapartin í gjár gjørdist endaliga greitt, at Filip Djordjevic fer at spæla fyri B36 í 2025.

- Eg fari spentur undir hesa uppgávuna. B36 er eitt spennandi felag, og tað eru við fullari orku, at eg fari at geva mítt íkast, sigur hann í viðmerking við síðu felagsins.

B36 verður sætta felagið, sum 30-ára gamli álopsspælarin (fyllur 31 ár í mars) umboðar í føroyskum fótbólti. Hann kom úr Serbia í 2010 og hevur drúgvar royndir í bestu føroysku deildini. Filip hevur spælt fyri KÍ, Víking, ÍF, TB og EB/Streym, og hann er á FaroeSoccer skrásettur fyri fleiri enn 300 dystir í fremstu røð.

Í Víkinga-tíðini var Filip við til at vinna steypakappingina fýra ferðir á rað, við til at koma víðari í Evropa tríggjar ferðir og at vinna FM í 2016 og 2017.

[object Object]
Ikki síðani Víkinga-tíðina (2012-2019) hevur Filip Djordjevic spælt við einum felagi, sum kann roknast millum "topp-fimm feløgini" í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)
 
Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, sigur, at við hesari undirskriftini legst afturat við spennandi álopsførleikum.

- Vit eru í holt við at seta saman ein ungan og spennandi hóp, og í tí arbeiðinum er neyðugt við royndum spælarum sum Filip. Við sínum serliga bóltførleika og góða fótbóltshugflogi er hann millum teir mest undirhaldandi spælararnir í føroysku kappingini, og hann fer av tí sama eisini at fjøltátta álopsspælið, sigur hann.

Teir báðir arbeiddu eisini saman í EB/Streymi í 2022. Tá endaði liðið á 5. pláss, og Filip varð valdur ársins spælari í felagnum. Hetta var samanlagt besta árið hjá Filipi Djordjevic síðani Víkina-tíðina. Hann dylur ikki fyri, at hann treivst væl undir Jákup Martini ta ferðina.

- Hann er greiður í sínum samskifti og krøvum, og hann er ein høvuðsorsøk til, at eg taki hetta stigið, sigur Filip Djordjevic.

Djordjevic er fimti spælarin, sum hevur flutt til B36 í vetur. Hinir eru Heini Vatnsdal, Ragnar Samuelsen, Jóhann H. Joensen og Bergur Poulsen. Tveir teir síðstnevndi koma eisini úr júst EB/Streymi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder