59 ára gamli Vágbingurin Gunnar Hjelm, ið seinastu fimm vikurnar hevur verið í Keypmannahavn, har hann hevur hugsavnað seg og vant til DM í bodybuilding, var fyrr í dag á pallinum í Herning Kongrescenter.
DM í bodybuilding hevur ikki verið fyriskipað tey seinastu fimm árini. Koronafarsóttin gjørdi av við danska felagskapin, sum tók sært av fitness og bodybuilding, men nú er so felagið endurstovnað og skipar hetta vikuskiftið fyri DM innan hesar ítróttagreinar.
Fyri at fáa atgongd til sjálva DM-kappingina í morgin, sunnudagin, skuldu allir luttakararnir til innleiðandi kapping í dag.
Sambært heimasíðuni hjá nýggja felagskapinum “Det nye DBBF” er kappingin í dag ein sonevnd debutant kapping.
Gunnar er tilmeldaður í tveimum Master flokkum, nevniliga +50 ár og +60 ár. At tað eisini er gjørligt hjá Gunnari at stilla upp í +60 ár, kemst av, at hann seinni í ár rundar tey seksti.
Í dag lá ræði fyri hjá Gunnari. Hann gjørdist nummar tvey í +60 ár bólkinum og gjørdist nummar trý í +50 ár bólkinum. Sostatt hevur Gunnar staðiliga prógvað, at hóast ein nærkast teimum seksti, ber væl til at gera seg galdandi innan bodybuilding.
Gunnar kom soleiðis uttan trupuleikar víðari í kappingini og verður við til sjálva DM-kappingina í bodybuilding í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald