Í kvøld verður stórsteypadysturin hjá monnum eftir ætlan leiktur ár Tórsvølli. Dysturin millum føroyameistaran KÍ og steypavinnaran HB er almenna startskotið til kappingarárið.
Tað er tó í vikuskiftinum, at fótbóltsárið í Føroyum av álvara byrjar. Fyrstu dystirnir í Betri Deildini verða spældir sunnudagin (8.mars), og dagin fyri, leygardagin 7. mars er fyrsta umfar í 1. deild hjá monnum á skránni.
Eingin dystur og eingin kapping uttan dómararnar, og farna vikuskiftið løgdu dómararnir hjá FSF lagt seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Skeiðið byrjaði seinnapartin hósdagin, og fyrrapartin sunnudagin var liðugt á Hotel Hafnia. Fyrilestrar, rennitestir, venjingar og annað vóru á skránni, og dómaraleiðarin hjá FSF var væl nøgdur:
– Aftur í ár fingu vit nógv burturúr. Vit umrøddu serliga tær reglur, ið eru nýggjar til hetta kappingarárið, og eisini bleiv hugt nógv eftir ymiskum videoklippum frá dystum í fjør.
Lassin Isaksen sigur við heimasíðuna hjá FSF, at dómarar, eins og spælararnir, venjararnir og áskoðararnir til dystir, eru menniskju og harvið gera feilir. Uppgávan hjá dómarunum er, at minka um hesi mistøkini.
Mynd: FSF
Instruktørar á úrmælingaskeiðinum vóru Tummas Pauli Olsen, Niklas á Líðarenda og Lassin Isaksen. Gestainstruktørur var norðurírin, Alan Snoddy, ið varpaði ljós á “hondbóltsbrot”, leiðslu og brotssparksstøður, við serligum atliti til “Frátøku av upplagdum málmøguleika” og “Steðga lovandi álopi”.
FSF skrivar eisini, at dómararnir fingu eisini vitjan av Ronnie Háfoss, loyvisstjóri hjá FSF, ið tosaði um hugtakið “Avtalað spæl / Match Fixing”, og eisini kom nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson á gátt. Hann fortaldi um ”vegin til EM-gullið í 2015”, tá svenska U21-landsliðið við Håkan Ericson á odda vann Europameistaraheitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald