Tá danska kvinnulandsliðið í august mánaða spældi VM endaspæl í Australia spældu tær í hvítum blusum, hvítum brøkum og hvítum sokkum. Hetta fara tær tó at royna at umganga í framtíðini.
Orsøkin er einføld tann, at fleiri av leikarunum føla seg ótryggan at spæla í hvítum, um tær hava menstruatión í sambandi við ein dyst.
Landsliðsleikarin, Karen Holmgaard, sigur við DR Sporten, at hópurin ynskir at sleppa undan teimum hvitu shortsunum. Hon greiðir frá, at hetta hevur verið eitt afturvendandi prát í krókunum, sum tær nú hava gjørt vart við.
DBU váttar fyri DR Sporten, at tey, so vítt møguligt, framyvir fara at royna at sleppa undan at spæla í hvítum shortsum. Tey leggja tó afturat, at tað sambært ymsu leiðreglunum hjá UEFA ikki altíð ber til. Tað kann vera, tí mótstøðuliðið eisini spæla í reyðum shortsum. Arbeitt verður við at finna eina loysn, har man kann sleppa undan hvítu shortsunum heilt.
Onnur kvinnulið hava fyrr í ár eisini sagt farvæl til hvítu shortsini, sum t.d. enska kvinnulandsliðið, hóast hvítu shortsini eru ein siðbundin partur av enska búnanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald