Annað

Dramatikkur fyri allar pengarnar

SÍ kvinnur steypavinnarar í flogbólti.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-27 16:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist ein spennandi steypafinala millum kvinnuliðini úr Vágum. Dráttur og SÍ máttu út í eitt fimta sett áðrenn avgerðin fall. SÍ vann við tveimum málum í fimta og avgerðandi setti, og vann sín triðja steypasigur á rað.

Fyrsta sett vunnu sørvágskvinnur ruddiliga 25-8, men tey bæði næstu settini gjørdust meira spennnadi, og tað endaði við at Dráttur fór avstað við teimum báðum. Bæði settini endaðu 25-22.

Í fjórða setti fekk SÍ spælið aftur at koyra og Julia Kuvshinova gjørdi eisini sítt til, at settúrslitið gjørdist 25-18 til sørvágskvinnur.

2-2 í settum og alt var opið og skuldi avgerðast í fimta setti. SÍ fekk eina nógv betri byrjan, og legði seg á odda við fleiri stigum, meðan Dráttur hevði trupult við at fótað sær. Sum fráleið fekk Dráttur spælið at rigga, og kom upp á javnt. Tað rakk kortini ikki, tí SÍ fekk Juliu Kuvshinova í gongd, og vann við trimum málum 15-12.

Dráttur - SÍ (2-3)
(8–25, 25-22, 25-22, 15-25 og 12-15)

Sí allar myndir frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder