Fótbóltur

Dramatiskur dagur í Betrideildini

Tíggju mál í Gundadali, tvey í yvirtíðini í Klaksvík; eisini í Sarpugerði fekk heimaliðið vent dystunum og harvið vóur ovaru liðini omaná, tá samanum kom.

Patrik Johannesen gjørdist hetjan í Klaksvík; HB vann eftir nógv undirhald í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen gjørdist hetjan í Klaksvík; HB vann eftir nógv undirhald í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-02 20:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betrideildin er av álvara fara í tvíningar. Hetta er greitt eftir 12. umfar, har øll liðini í topp-fimm vunnu. Talan er um somu fimm liðini, ið hava verið í ovaru hálvu seinastu fýra árini. Tað gjørdist tó ein stríggin dagur hjá HB, Víkingi og KÍ, ið øll vóru aftanfyri: HB tríggar ferðir á heimavølli móti EB/Streymur, og KÍ tá farið var inn í yvirtíðina í Norðoyastevnudystinum móti AB. Víkingur var leingi aftanfyri og avgjørdi seint á heimavølli móti Skála, ið hevur verið partur av oddinum fyrsta partinum av kappingarárinum, men sum nú er heilt vekk. NSÍ avgjørdi endaliga dystin móti TB í gjár tíggju minuttir fyri tíð, og harvið var B36 einasta liðið sum vann so at siga púra trygt í umfarinum áðrenn landsliðssteðgin. 

Í seinasta dystinum hjá Lars Müller sum dómara í Betrideildini, íhvussu er á hesum sinni, hevði hvalbingurin úr at gera við at skriva málskjúttar niður í dómarabókini. HB og EB/Streymur spældi óvæntað mest málríka dystin í ár, har Arnbjørn Hansen var flúgvandi fyrsta korterið móti sínum gamla felagið, har Adrian Justinussen skoraði eitt framúr gott fríspark, eitt brotsspark, og har Ari Mohr Olsen gjørdi hattrick. Tað var eisini ein dystur, har EB/Streymur var sera væl við og var á odda tríggjar ferðir. Men uppá tíggju minuttir vendi føroyameistararnir 3-4 til 6-4 og fingu trý sera týðandi stig eftir umstøðunum; mánadagin tapti HB í Sarpugerði men hevur framvegis samband við topp-fýra.

Tað var undirhaldandi í Gundadali, men helst hart fyri HB-áskoðarnir. Tað var tað eisini fyri áskoðarnir hjá KÍ, ið sóu sítt lið fyrst verða á veg ímóti einum javnleiki móti botnliðnum AB í 70 minuttir og síðani á veg móti tapi í tjúgu minuttir. KÍ  hevði yvirvágina, men útiliðið arbeiddi hart og væl og Bjarki Nielsen sendi AB á sigurskós. Eitt stórt KÍ-trýst gav endliga úrslit í yvirtíðini, har Patrik Johannesen gjørdi tað ónda við sítt gamla felag, tá tvøramaðurin skoraði tvey mál annan dystin á rað og fyri aðru ferð í ár móti AB. Harvið gjørdist Norðoyastevnulagið gott í Klaksvík - hetta var fjórða árið á rað, at KÍ vann á Norðyastevnu - og KÍ tók oddasessin aftur frá NSÍ.

Skála kundi nærkast Víkingi og fjórðaplássinum í dag og var eisini part av dystinum á veg til tað. Heðin Klakstein legði útiliðið á odda tíðliga, men stutt eftir hálvleik javnaði afturvendi Adeshina Lawal. Dysturin var, eins og hálvfinalurnar millum liðini og dystin í 8. umfari á Skála fyri mánaði síðani sera tættur. Eins og í hinum førunum koppaði tað til Víking (útivallarmál eftir tveir javnleikir í steypakappingini og 2-3 í Betrdeildini). Heðin Hansen gjørdist hetjan hjá teimum ljósabláu, ið eru í hølunum á ovastu trimum liðunum eftir eina sera góða gongd. Skála er hinvegin í einum ongamannalandi eftir fimm ósigrar á rað; hetta var tann fjórði av fimm, sum var við einum máli. 

Í Fuglafirði sló Michal Przybylski til við tveimum skjótum málum, og so var B36 sum væntað á sigurskós. Eftir sigur í fyrsta dystinum hjá Hans Jørgini Djurhuus og Kára Reynheim á odda hevur ÍF nú tapt fimm dystir á rað. Ein góður seinni hálvleikur og fyrsta málið síðani í sigrinum á Eiði var ljóspunktið hjá fuglfirðingum í dag. B36 hevur vunnið fimm dystir á rað og er væl við í oddastríðnum. 
 
12. umfar: 

HB - EB/Streymur (6-4)
3’ Arnbjørn Hansen 0-1
14’ Adrian Justinussen 1-1
15’ Arnbjørn Hansen 1-2
17’ Ari Mohr Olsen 2-2
35’ Ari Mohr Olsen 3-2
45’ Steffan Løkin 3-3
62’ Gestur Bogason Dam 3-4
72’ Adrian Justinussen 4-4 (brotsspark)
74’ Ari Mohr Olsen 5-4
82’ Sebastian Pingel 6-4

Víkingur - Skála (2-1)
13’ Heðin Klakstein 0-1
53’ Adeshina Lawal 1-1
82’ Heðin Hansen 2-1

ÍF - B36 (0-3)
11’ Michal Przybylski 0-1
13’ Michal Przybylski 0-2
66’ Árni Frederiksberg 0-3
70' Dánjal Pauli Højgaard 1-3

KÍ - AB (2-1)
71' Bjarki Nielsen 0-1
90' Patrik Johannesen 1-1
90' Patrik Johannesen 2-1

NSÍ - TB (3-1) Í gjár
24’ Klæmint A. Olsen 1-0
33’ Pól Jóhannus Justinussen 2-0
57’ Ndende Adama Guéye 2-1
80’ Búi Egilsson 3-1

Les um dystin her


Støðan eftir 12 umfør: 
1. KÍ (29 stig)
2. NSÍ (28 stig)
3. B36 (27 stig)
4. Víkingur (26 stig)
5. HB (21 stig)
6. Skála (15 stig)
7. TB (12 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig)

13. umfar verður mitt í juni; eftir landsliðssteðgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder