Dreingir 17: Fyrsta settið gjørdist rættuliga spennandi, og vantandi varð, at SÍ fór avstað við hesum, men tað eydnaðist TB-dreingjunum at halda fast, og vinna settið 26-24. Eitt gott sett frá báðum pørtum.
Vantandi varð nú, at dysturin fór at verða spennandi, men í øðrum settið støðgaði TB fullkomiliga upp, og gjørdu nógvar feilir, meðan SÍ spældi á høgum støði, og legði trýst á TB-liðið alla tíðina. Ikki fyrr enn í 4 setti var eitt sindur av spenningi aftur, men móti endanum á settinum tók SÍ og avgjørdi settið greitt við 25-16.
SÍ – TB, 3-1 (24-26, 25-13, 25-11 og 25-16)
Bestu leikarar vóru:
Bjarni Joensen, SÍ
Filip Simonsen, TB
Filip Simonsen, TB og Bjarni Joensen, SÍ. (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald