Liðið frá býnum tætt við markið til Norður Írland við nakað yvir 50.000 íbúgvum samalangt er tað við flest írskum meistaraheitum - 14. Dundalk F.C. vann League of Ireland Premier Division í fjør, og felagið hevur eisini 11 ferðir vunnið FAI Cup.
Dundalk er tað írska felagið, ið er komið longst í evropeiskum fótbólti. Í 2016, eftir at tað annars áður bert var eydnast at vinna á liðum úr Norðurírlandi, Malta og Luksemborg - áðrenn veruliga gjøgnumbrotið hjá liðum úr Luksemborg - vann Dundalk í 2. umfari í Champions League á FH. Gunnar Nielsen og hansara liðfelagar taptu orskað av regluni um útivallarmál. Í 3. umfari megnaði Dundalk at sláa Bate Borisov út við at vinna 3-0 á hvítarussiska stórfelagnum í Dublin. Í playoff-umfarinum gjørdist Legia Warsawa ein ov stórur biti. Hetta merkti, at Dundalk ikki kom í bólkaspæli í Champions League men ístaðin í Europa League.
Har tapti Dundalk fýra ferðir tepurt: Tvær ferðir móti Zenit St. Pætursborg, heima móti AZ Alkmaar og í Tel Aviv móti Maccabi. Á heimavølli móti ísraelska liðnum skrivaði Dundalk tó søgu við at vinna 1-0. 1-1 javnleikurin í Hollandi var eisini sera flottur. Mikkjal Thomassen var í samrøðu við Portalin fyrr í vikuni inni á, at Dundalk uppá ongan máta er órøriligt fyri KÍ, og tað ikki er "í sínari sterkastu útgávu" - liðið hevur verið sterkari fyrr, og júst í 2016 var tað á toppinum.
Sí her samrøðuna við Mikkjal Thomassen um fyrireikingarnar til dystin
Fýra stig førdi til eitt fjórða pláss. Árið eftir tapti Dundalk tepurt móti Rosenborg í Champions League, í 2018 var írska liðið aftur í Europa League og vann á Levadia Tallinn, ið B36 sló út í í ár, áðrenn AEK Larnaca vann greitt á Kýpros í 2. umfari. Í fjør gjørdist Slovan Bratislava endastøðin.
Celje leggur seg her á odda 1-0. Taptið hjá Dundalk í Slovenia kostaði venjaranum starvið (Mynd: EPA)
Evropeiska árið hjá Dundalk hesaferð byrjaði við 3-0 tapi í 1. umfari í Champions League á Celje í Slovenia. Eftir hendan dystin fekk Vinny Perth sekkin, og Filippo Giovagali hevur tikið yvir fyri restina av árinum. Liðið skuldi síðani spæla í 2. umfari í Europa League. Har eydnaðist tað at vinna 1-0 í Andorra móti Inter Club d'Escaldes. Dundalk fekk síðani fyri triðju ferð av trimum møguligum útivøll, og í Moldova farna hósdag eydnaðist tað at vinna eftir brotssparkskapping móti Sheriff Tiraspol.
Dundalk er favorittur
Veddingarfyritøkur meta, at írsku meistararnir eru rímiliga greiðir favorittar móti føroyameistarunum. Oddsini hjá nøkrum av teimum stóru eru millum 1,53 og 1,65 - ein sigur til KÍ gevur peningin millum fimm og seks ferðir aftur.
Harvið er Dundalk eitt lítið sindur størri favorittur, enn Dinamo Tbilisi var á Tórsvølli í farnu viku, men tá skal takast við, at KÍ hevði heimavølli. Dundalk spældi sunnudagin í League of Ireland Premier Division og tapti 4-0 á heimavølli móti Shamrock Rovers. Har vóru tó 10 broytingar gjørdar í byrjanaruppstillingini í mun til dystin í Moldova. Bert Chris Shields, ið hevur leikbann til KÍ-dystin, byrjaði inni í báðum dystunum.
Royndi Chris Shields í nærdysti móti Legia Warsawa í 2016. Miðvallarin er tann leikarin í núverandi hópi, ið hevur flest dystir fyri felagið (Mynd: EPA)
Írska deildin lá, áðrenn evropeisku dystirnir byrjaðu í august, nummar 42 útav teimum 55 í Evropa á listanum hjá UEFA, ið er bygdir á úrslit í Europa seinastu fimm árini. Hetta er tvey pláss omanfyri tí georgisku, har Dinamo Tbilisi er sterkast. Føroyar vóru nummar 53 men fara til næsta ár at liggja miðskeiðis í 40'unum orskað av úrslitunum seinastu vikurnar.
Dysturin millum Dundalk og KÍ í annaðkvøld avger hvat av liðunum kemur í bólkaspæli í Europa Leaugue. Fyrsta bríksl á Aviva leikvøllinum í Dublin verður klokkan 19.30, og Kringvarpið vísur dystin. Dysturin verður leiktur á tjóðarleikvøllinum, tí at leikvøllurin í Dundalk, 80 kilometrar frá írska høvuðsstaðnum, ikki er góðkendur til dyst í Playoff-umfarinum.
Aviva við plássi fyri áleið 52.000 fólkum. Eingir áskoðarar verða tó til dystin í annaðkvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald