Annað

Dýrur sigur fyri Fleyr í fimmsettara ímóti TB

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Fleyr – TB 3-2 (25-21, 12-25, 23-25, 25-14, 21-19).

2024-03-09 15:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við betri settmuni á stigatalvuni hóast 3-2 tap fyri SÍ seinasta mánadag, hevur Fleyr havt fyrimun í kappingini um rættin at møta Drátti í FM-finalunum, men treytirnar hava tó verið beinharðar: Fleyr hevði bert ráð at tapa eittans sett, ella tók SÍ havnarkvinnurnar aftur. Og tað hendi í gjárkvøldið, tá Fleyr tapti ikki bara eitt, men tvey sett - og harvið stig - og tí eisini er í vanda at fara eitt stig afturum SÍ, vinna sørvingar trý stig í sínum næsta dysti.

Dysturin var ikki spældur á vanliga heimavøllinum hjá Fleyr, tí Flying Superkids høvdu framsýning í Høllini á Hálsi, og tí var dysturin spældur í høllini á Argjahamri. Men lítið flog var yvir Fleyr, sum haltaði seg ígjøgnum fyrsta sett, sum tað tó vann 25-21.

Eftir hetta fekk Fleyr eina rættiliga fleingju í øðrum setti, sum TB vann ikki minni enn 25-12. Og so hevði Fleyr ikki ráð at tapa meira. Tað sá heldur ikki út til at fara at henda, eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 8-2, 14-8 og 19-13 í triðja setti. Men TB vann sjey av næstu átta bóltunum og javnaði til 20-20. TB gavst ikki har, men helt á, til settið var vunnið 25-23. Og so hevði Fleyr spælt sær av við fyrimunin í tvídystinum við SÍ, um at koma í FM-finalurnar.

Fleyr kom kortini fyri seg aftur og vann trygt fjórða sett 25-14, og í javnbrótaranum fór Fleyr framum 7-3 og fekk fýra dystarbóltar við støðuna 14-10. TB javnaði tó til 14-14 og fekk tveir dystarbóltar við støðurnar 17-16, 18-17, men Fleyr yvirlivdi og gjørdi sær ístaðin dælt av sínum áttanda dystarbólti og vann 21-19.

Við bert tveimum stigum til Fleyr merkir tað, at SÍ fer framum Fleyr, vinnur SÍ sær trý stig ímóti KÍF í sínum næsta dysti, sum ikki er fyrr enn hósdagin 21. mars.

Vónin hjá Fleyr er nú, at TB fer at gera tað sama við SÍ, sum gjørt var við Fleyr í gjárkvøldið. Tann dysturin verður í Trongisvági fríggjadagin 12. apríl. Onnur vón hjá Fleyr er, at Mjølnir á fjórða plássi vinnur stig frá SÍ. Tey møtast tvær ferðir. Annar táttur, sum eisini kann gerast avgerandi fyri finaluplássið hjá báðum, verður úrslitið tey fáa móti oddaliðnum Drátti.

Írestandi dystirnir hjá SÍ og Fleyr:
SÍ: KÍF (heima), Dráttur (úti), Mjølnir (h), TB (ú), Mjølnir (ú)
Fleyr: Ternan (ú), KÍF (h), Dráttur (ú), Ternan (ú)

Støðan í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:

NrLiðDystirSettmunurStig
1Dráttur121231
2Fleyr141528
3131226
4Mjølnir12-119
5TB12-615
6KÍF13-1212
7Ternan12-321


Í morgin eru tveir dystir á skránni:
Dráttur - Mjølnir kl. 14:00
Ternan - TB kl. 16:00

Føroya Tele-deildin, menn:
Sunnudagin 10. mars: Mjølnir - Ternan kl. 13:00

Í Føroya Tele-deildini hjá monnum er ein dystur á skránni í morgin, men har er lítið og einki at spæla um. Greitt er, at Mjølnir hevur longu vunnið seg í FM-finalurnar, og mestsum bara í teoriini kann tað henda, at hitt finaluplássið ikki fer til SÍ, sum bara skal hava seks stig aftrat at tryggja sær plássið endaliga.

Tó er nakað av spenningi um, hvør verður nr. eitt í deildini, Mjølnir ella SÍ, og tískil fær heimavøll í fyrru FM-finaluni. Aftrat tí er tað bara bronsan, sum er eftir at spæla um. Bronsan er uppgerð millum Fleyr og ÍF.

Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:

NrLiðDystirSettmunurStig
1Mjølnir122633
2111826
3Fleyr11-712
4ÍF9-410
5Ternan11-330


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder