
Í gjár vóru tveir dystir; ein í SMS-deildini og ein í Okkara-deildini.
Kvinnurnar hjá H71 vunnu 28-24, tá Neistin var á vijtan í Hoyvík. Harvið hava hoyvíkskvinnur vunnið á báðum hinum høvuðsstaðarfeløgunum, hava fult stigatal fyri tveir dystir og eru oddalið.
StÍF og Stjørnan taptu bæði í fyrstu royndini; um ein góðan tíma bresta hesi liðini saman á Skála. Seinni í dag hittast finalistarnir í fjør í Vestmanna. Kyndil hevur havt eina frágongd síðani seinasta kappingarár, meðan VÍF er greiður favorittur at vinna FM aftur. Lagt er tó upp til ein spennandi dyst.
Mennirnir hjá VÍF eru komnir væl í gongd og vunnu í gjár 33-23 í Klaksvík. Vestmenningar eru ósigraðir og á fyrsta plássið eftir tríggar dystir.
KÍF vann yvirraskandi tíggju-máls sigur, tá føroyameistarin var á vitjan í Kollafirði mikukvøldið. Kollfirðingar skulu í dag royna seg á útivølli móti StÍF, ið tapti í fyrstu royndini seinasta vikuskifti.
SMS-deildin:
Í gjár: H71 - Neistin 28-24
14.00: StÍF - Stjørnan
18.00: VÍF - Kyndil
Okkara-deildin:
Í gjár: Team Klaksvík - VÍF 23-33
16.00: StÍF - KÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald