Dysturin á Skála í gjárkvøldið í 23. umfari var sum so ikki nakað sermerktur. Tað var regn og nakað av vindi Undir Mýruhjalla, og Víkingur megnaði akkurat at fáa neyðugu stigini í hús, so at liðið framvegis er við í stríðnum um evropeiskt pláss. Sølvi Vatnhamar skoraði einsamalla málið fimm minuttir fyri leiklok, men tað var í stóran mun nummar fimm hjá Skála, Fróði Benjaminsen, ið var høvuðspersónurin.
41-ára gamli jarnmaðurin spældi sín 25. dyst fyri Skála - 25 ár eftir hansara fyrsta dyst í Betrideildini sum var fyri barndómsfelagið B68 móti GÍ 6. august í 1994. Tá var Fróði eitt stórtalent. Í gjár spældi hann ímóti einum av teimum seks føroysku feløgunum, ið hann hevur umboðað: B68 tey fyrstu tíggju árini, síðani B36, eftir eitt ár við Fram Reykjavík, síðani til grannarnir HB og eftir 3 FM-heiti har, eitt ár og eitt FM við Vìkingi. Í fjør spældi Fróði við NSÍ og gjørdi í vetur sáttmála við Skála.
Fróði - her í dyst fyri NSÍ í fjør móti HB, ið hann umboðaði í níggju kappingarár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Samanlagt hvur Fróði Benjaminsen nú spælt heili 500 ferðir í fremstu mansdeildini í Føroyum - eitt met ið helst fer at standa eina tíð. Tað var ikki fyrrenn í 2005, tá Fróði var 27, at farið var yvir til 27 dystir. Tað var árið, har Fróði vann sítt fyrsta av fimm FM-heitum. Tað var við B36, og harvið hevur miðvallarin vunnið føroyameistaraheiti við trimum ymiskum feløgum.
Fróði hevur skorað 144 mál í bestu deildini. Hann hevur spælt 88 dystir í kappingini um Løgmannsteypið, ið hann hevur lyft eina ferð - við B36 í 2006. Fróði Benjaminsen spældi heili 94 landsdystir fyri Føroyar - fleiri av hesum var sum liðformaður, og eingin ivi var um, at hann gekk av álvara á odda á vøllinum í landsliðstroyggjuni. Fróði skoraði seks mál á A-landsliðnum, og leikti sín seinasta dyst í Ungarn fyri næstan tveimum árum síðani.
Fróði Benjaminsen var altíð til reiðar at taka dystin upp við heimsstjørnurnar
Eftir at hava búð í høvuðsstaðnum í fleiri ár eru Fróði Benjaminsen og familja hansara nú búsitandi á Strondum. Eftir tvey ár við tveimum teimum størstu feløgunum í Eysturoynni, spælir Fróði nú við teimum appelsinlittu, og hetta fegnaðist Skála um í leikskránni til dystin í gjár. Fróði er venjari hjá Dreingir 13 hjá felagnum, har sonur hansara spælir. Dóttir hansara spælir við Gentur 11 hjá Skála. Um Fróði endar hansara longu fótbóltsleið sum leikari við Skála um ein mánað er enn óvist, men tað er eingin ivi um, at hann hevur givið seks feløgum og føroyskum fótbólti sera nógv seinastu 25 árini.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald