 
                
                        
Mánadagin kom liðið til ukreinska høvuðsstaðin, og í gjárkvøldið høvdu føroyingarnir sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum.  
Eftir ætlan skuldu Føroyar spæla tveir undankappingardystir móti Kekkia í november, men tað varð útsett til januar og síðani aftur - í báðum førum orsakað av koronu. Nú sleppa føroyingarnir á vøllin aftur, og tað gleða teir seg sjálvandi til. Sambært heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum er allir mans tøkir, og lagið er sum altíð gott í hópinum. 
Filip Jojic, Tróndur Mikkelsen og Hákun West av Teigum eru við á fyrsta sinni. Elias Ellefsen á Skipagøtu verður við til dystin í Kekkia fríggjadagin og heimadystin móti Ukreina sunnudagin.
HSF boðar eisini frá, at dysturin verður vístur beinleiðis í Kringvarpinum. Har verður byrjað at senda klokkan 15.20. Stutt áðrenn byrjar FM1 at senda. Útvarpsstøðin fer at hava beinleiðis frásøgn úr rásarúminum í Føroyum. 
Føroyar hava møtt Ukreina tríggjar ferðir áður og hava tapt tríggjar ferðir - júst 23 mánaðir eru síðani liðini spældu í júst Kiev.
Føroyar - Ukreina
11.01.18
 HM-undankapping í Italia 22-30
10.04.19 
EM-undankapping í Ukreina 19-30 
13.04.19 
EM-undankapping í Keypmannahavn 26-27![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/04/13/890x590/foroyar-ukraina-16.jpg)
Ukreina var tvær ferðir omaná móti Føroyum í apríl 2019 (Mynd: Sverri Egholm)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald