Síðani tað gjørdist greitt, at RFS kortini ikki fór at koma til landið í gjárkvøldið, hevur nakað av óvissu verið um fyrsti evropeisku dysturin nakrantíð í Klaksvík fór at verða fluttur nakað.
Nú er avgerð tikin um, at seinni dysturin í fyrsta umfari í Europa Conference League millum KÍ og FK RFS er útsettur ein tíma. Tað merkir, at dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 20 heldur enn 19 sum upprunaliga ætlað.
Hetta skrivar KÍ á heimasíðu sínari nú.
- Á fundi fyrrapartin gjørdi UEFA av at útseta dystarbyrjanina ein tíma fyri at tryggja, at útiliðið kann koma til Føroya, verða kannað og fáa úrslitini í nøktandi tíð til at kunna møta upp við Djúpumýru og spæla dystin.
Les eisni:
RFS kemur ikki til landið fyrrenn í morginárini
- Vit hava alla orsøk til at trúgva uppá tað
Ferðalagið fór úr Riga klokkan 09.15 føroyska tíð. Á FAE stendur, at flogfarið við mótstøðliðnum hjá KÍ og toymi tess væntast at lenda á middegi - um eitt korter, sum er 21 og ein hálvan tíma seinni enn upprunaliga ætlað. Fráferðin úr Riga hevur fleiri ferðir verið útsett. Í fyrstu syftu varð tað orsakað av mjørka. Tað er óvist, hví ferðalagið ikki fór avstað í gjárkvøldið, tá allir vóru komnir í flúgvaran, ella fyrr í morgun.
KÍ gjørdi í gjárkvøldið púra greitt, at fyri felagið kom tað als ikki uppá tal, at dysturin varð fluttur til fríggjadagin. Tískil fegnast øll í felagnum nú um avgerðina og gleða seg til dystin í kvøld, sigur formaðurin Tummas Lervig.
Sí eisini:
Tummas Lervig: - Tað verður eitt heilt ótrúligt upplivilsi
Ein dystur sum sostatt bryjar klokkan 20, og har KÍ við sigri ella javnleiki spælir seg víðari í nýggju Europa Conference League. Dysturin fyri viku síðani endaði 3-2 til oddaliðið í Betrideildini, og nú skla oddaliðið í Lettlandi royna at venda tí.
Dysturin kann síggjast á R2 fyri 43 krónur, um ein er staddur í Føroyum. Vit verða á staðnum í Klaksvík í kvøld og hava ymiskt tilfar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald