EB/Streymur og NSÍ fingu besta útgangsstøðið til seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar í kvøld.
Við tveimum málum frá Leu Lisberg vann EBS/Skála undir Mýruhjalla á Skála í kvøld ímóti HB. Oddaliið KÍ leikti móti NSÍ, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu at NSÍ vann dystin 1-0 har Stefania Cabral skoraði fyri runavíkskvinnur, sum liggja á øðrum plássið í landskappingini.
Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar leygardagin 1. oktober. Steypafinalan hjá kvinnum verður 29. oktober.
EBS/Skála - HB 2-0 (2-0)
15’ Lea Lisberg 1-0
30’ Lea Lisberg 2-0
KÍ - NSÍ 0-1 (0-0)
90’ Stefani Cabral 0-1
Fleiri myndir um eina løtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald