EB/Streymur boðaði í gjárkvøldið frá, at sáttmáli er gjørdur við 20 ára gamla Bjarka Zachariasen fyri komandi kappingarár. Hann er føddur í Danmark, har hann hevur búð meginpartinum av lívinum, men Bjarki hevur ættarbond í Sundalagnum.
Bjarki er yngri bróður Gunnar Zachariasen, ið gjørdi um seg á millum annað U21-landsliðnum, og sum spældi tvey ár í EB/Streymi, áðrenn hann doyði í syrgiligari arbeiðsvanlukku í september 2014, bert 22-ára gamal.
Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at sáttmálin varð undirskrivaður á tí sum hevði verið 28-ára føðingardegnum hjá Gunnari. Bjarki sigur við ebstreymur.fo, at hann fegnast um at sleppa at royna seg í EB/Streymi, har stóribeiggin spældi tvey tey seinastu árini í síni alt ov stuttu fótbóltskarrieru.
Heimasíðan lýsir Bjarka sum ein kvikan og tekniskt sterkan leikara við góðum offensivum dygdum.
Sambært FaroeSoccer spældi Bjarki í 2015-2016 22 dystir við U18-liðnum hjá AB. Í 2016 fekk hann seks dystir í 1.deild.
EB/Streymur tapti í gjárkvøldið 3-0 á Tórsvølli í venjingardysti móti B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald