2020-02-21 12:33
Í seinastuni hevur Fannhard Antonson Skoradal vant við EB/Streymi og spælt venjingardystir. Í dag er vorðið greitt, at ein sáttmáli er komin burturúr.
EB/Streymur boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 21-ára gamla gøtumannin fyri kappingarárið 2020.
Fannhard er miðvallarleikari. Hann hevur fýra ferðir verið á vøllinum fyri Víking í Betrideildini, seinast tíðliga í 2017, umframt at hann hevur leikt ein steypadyst og stórsteypadyst. Sambært FaroeSoccer hevur Fannhard seinastu árini spælt 75 dystir í 1. deild.
Magnus Heinason er eisini komin úr Víkngi í vetur, og EB/Streymur heur fingið Sìmun Sólheim og Hjalta K. Djurhuus úr HB. Bjarki L. Zachariassen er komin úr Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald