Fótbóltur

EB/Streymur hevur nærum tryggjað sær plássið í deildini

1-0 til NSÍ í steðginum í Streymnesi, men EB/Streymur vendi ølum á høvdið í flottum 2. hálvleiki og vann 4-1. Lukkutíð fyri NSÍ blakaði B36 tvær ferðirnar leiðsluna burtur móti HB.

Boubacar Dabo - her í B68 - í nærdysti við Jóhann Hansson Joensen, sum kom úr B68 í summar. Teir eru við at fáa EB/Streym frá B68 og Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Boubacar Dabo - her í B68 - í nærdysti við Jóhann Hansson Joensen, sum kom úr B68 í summar. Teir eru við at fáa EB/Streym frá B68 og Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-28 19:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 byrjaði umfarið við at vinna 3-1 í Fuglafirði, men liðið hjá Sigfríða Clementsen svaraði av álvara aftur og fór burtur frá aftur í botnstríðnum. 1-4 tapið er ein smeitur hjá NSÍ, men ikki størri enn so at munurin niður til B36 er fýra stig, nú trý umfør eru eftir.

Betuel Hansen legði annars NSÍ á odda í 33. minutti, men í 2. hálvleiki vendi EB/Streymur øllum á høvdið, og eftir fimm minuttir var 2-1. Kristian Svabo Eliasen skoraði sítt fyrsta mál í Betrideildini, og Jóhann Hansson Joensen, ið kom aftur til felagið í summar, økti tveir minuttir seinni.

Júst tað at fleiri spælarar eru komnir til í EB/Streym hevur gjørt góðan mun. Liðið megnar eisini at skora nógv mál í eisntøkum dystum - millum annað tí at Boubacar Dabo av álvara er vaknaður, og at hann og Filip Djordjevic kunnu geva øllum ávísar trupulleikar. Dabo vann brotsspark eftir 72 minuttir, sum Filip trygt umsetti til mál: 3-1. NSÍ royndi at svara aftur, men har var lítið um útiliðið eftir steðgin, og í 87. minutti fór Dabo til stroks í vinstru, hann fann Filip í brotsteignum, og so var 4-1.

Flott avrik eftir steðgin hjá EB/Streymi, ið nú hevur vunnið tríggjar útav sínum seinastu fýra dystum. Harvið vantar EB/Streymi ein sigur í til at endaliga tryggja plássið. Tað kann eisini vera nóg mikið við einum stigi - ella ongum. Skála og B68 spæla í næsta umfari, og tað kann hjálpa EB/Streymi uppaftur meira. Eftir landsliðssteðgin spælir EB/Streymur móti B68.

Eins og í Sørvági í síðsta mánaða, var hetta ein dagur, har ikki nógv eydnaðist hjá NSÍ. Eftir slíkt tap skal nógv annað finnasta fram - fríggjakvøldið vitjar liðið hjá Jens Wedeborg í Klaksvík.

B36 gjørdi ein B36

Eitt eyðkenni fyri B36 í ár er flott og flótandi álopsspæl til tíðir, at man kemur á odda, men at man ikki megnar at halda tí - serlgia vegna ósketni í verjupartinum.

Soleiðis var eisini í kvøld, tá B36 í 17. royndini á rað í landskappingini móti HB fór av vøllinum uttan at vinna.

Liðið hjá Magna Hoseth var annars á odda tvær ferðir eftir góð mál. Marius Kryger Lindh skoraði eftir eitt korter og Hannes Agnarsson í yvirtíðini í 1. hálvleiki, men Jákup Thomsen og Ári Mohr Jónsson syrgdu fyri, at  HB fekk javnleik. Í báðum førum var tað væl sett inn av HB'arunum, men tað var eisini ósketni hjá B36-miðverjunum - í fyrra førinum Vilmer Rønnberg og í seinna førinum Magnusi Egilsson - sum leiddu til málini.

Móti endnaum hevði Mikkel Dahl tveir stórar møguleikar at avgerað grannauppgerðina, sum til tíðir var heilt lívlig. B36 fekk nú stig móti HB, men á degnum har NSÍ tapti greitt í Streymnesi, og man var tvær ferðir á odda, kom B36 bert eitt stig nærri 4. plássinum. Trý umfør resta í. Grannarnir í Gundadali hittast aftur í steypafinaluni 2. november.

Betrideildin 24. umfar
Í dag, leygardagin 28. september 

EB/Streymur - NSÍ 4-1 (0-1)
33' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 0-1
48' Kristian Svabo Eliasen 1-1
50' Jóhann Hansson Joensen 2-1
73' Filip Djordjevic, br. 3-1
87' Filip Djordjevic 4-1

Reytt kort: Mikkjal Hellisá (88') - seinna gula

B36 - HB 2-2 (1-1)
16' Marius Kryger Lindh 1-0
37' Jákup Thomsen 1-1
45 (+1)' Hannes Agnarsson 2-1
54' Ári Mohr Jónsson 2-2

Sí meira um dystin her

ÍF - B68 1-3 (1-1)
12' Brian Jakobsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
21' Jákup Andrias Thomsen (Uros Stojanov) 1-1
49' Jóhan Josephsen (Fríði í Túni Petersen) 1-2
71' Bartal Páll Klein (Jóhan Josephsen) 1-3

Sí eisini: B68 er nú nærri strikuni - dysturin blástur av eftir 88 minuttir
Myndir frá dystinum

Sunnudagin 29. september
15.00: 07 Vestur - KÍ

Mánadagin 30. september
18.30: Skála - Víkingur

Støðan: 
1. Víkingur 63 stig *
2. KÍ 57 stig *
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig *
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig *
------------------
9. B68 17 stig :
10. ÍF 7 stig **

* Ein dyst færri
** Er flutt niður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder