Fótbóltur

EB/Streymur sendi TB suður við ongum

Gutti Dahl-Olsen og Niklas Kruse skoraðu stutt fyri steðgin, og EB/Streymur gjørdi arbeiði liðugt í 2. hálvleiki og hevur nú trý stig. TB hevur enn einki stig fingið.

Stórur fagnaður var í EB/Streyma-leguni eftir síðsta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður var í EB/Streyma-leguni eftir síðsta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-23 21:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Betrideildini eru leiktir í dag. Fyrr í dag vunnu B36 og KÍ á ávíkavist Skála og ÍF. 

Les meira um teir dystirnar her

Seinasti dysturin í dag var við Margáir. Hóast tað er tíðliga á kappingarárinum, so var tað ein sera týdningarmikil sdystur, tí EB/Streymur og TB høvdu bæði null stig undan umfarinum. Tey høvdu bæði spælt ímóti NSÍ og ávíkavist HB og KÍ. 

Tað var heilt fitt av vindi við Margáir, og tað ávirkaði spælið. Heimaliðið var væl omaná í 1. hálvleiki og skoraði tvær ferðir stutt fyri stegðin. Bæði málið komu úr vinstru síðu. Fyrst trekti vinstri bakkurin Ragnar Danielsen inn til høgra beinið, skeyt, og frammanfyri málinum hælaði 18-ára gamli Gutti Dahl-Olsen sítt fyrsta mál í Betrideildini inn. Nakrar minuttir seinni økti Niklas Kruse. hann trekti inn til sítt høgra bein, skotið snittaði høvdið á Poul Ingason á vegnum, og fór í málhornið.

[object Object]
Niklas Kruse skoraði til 2-0 fyri EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Í 2. hálvleiki hugsavnaði heimaliðið seg um at verja leiðsluna. TB hevði undanvind men skapti lítið og einki uttan tvær fínar royndir tíðliga í hálvleikinum. Poul Ingason varð sendur fram í álopi og ein meira enn hálvskaddur Ken Fagerberg varð settur á vøllin. Tað eydnaðist ikki hjá útiliðnum at av álvara skapa spenning í, og EB/Streymur fekk trý sera týdningarmikil stig.

 

Betrideildin, 3. umfar
23.05

Við Margáir 

EB/Streymur - TB 2-0 (2-0)
40' Gutti Dahl Olsen 1-0
44' Niklas Kruse 2-0


EB/Streymur (4-3-3): Rói Zachariasen - Petur Zachariasen, Árni Grunnveit Olsen (L), Bjarni Petersen, Ragnar Bjartalíð Danielsen - Tóki Johannesen, Hjalti Kárason Djurhuus, Símun Sólheim - Teitur Debes Olsen, Gutti Dahl-Olsen, Niklas Tummasarson Kruse 

Venjari: Jákup Martin Joensen

TB (5-3-2): John Jacobsen - Jens Erik Bruhn, Poul Ingason, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Eirikur Ellendersen - Musah Armah, Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen - Samudeen Musah, Mads Raben

Venjari: Micheal L. Winther (hevði leikbann - so Karl Øster var á síðulinjuni) 

Í Gundadali 
B36 - Skála 6-2 (4-1)
15' Jan Ingason Hansen 0-1
25' Árni Frederiksberg (Sonni Ragnar Nattestad) 1-1
36' Michal Przybylski (Sebastian Pingel) 2-1
38' Sebastian Pingel 3-1
45'(+2)  Alex Mellemgaard (Sebastian Pingel) 4-1
75' Meinhard Egilsson Olsen 5-1
83' Niels Pauli Danielsen (br.) 5-2 
84' Ragnar Samuelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 6-2

B36 (4-2-3-1): 
Símun Rógvi Hansen - Benjamin Heinesen, Eli Falkvard Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Erlendur Magnusson - Árni Frederiksberg (L), Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Vernjari: Jákup á Borg

Skála (4-4-2): Bárður á Reynatrøð - Jóhan Waag Høgnesen (18' Teitur Poulsen), Kristian Martin Jakobsen, Hjati Strømsten, Djóni Jansson Petersen - Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Ronni Møller-Iversen - Andreas Egeberg Jacobsen (41' Poul Kallsberg), Jan Ingason Hansen

Venjari: Bill McLeod Jacobsen

Í Fløtugerði: 
ÍF - KÍ 1-4 (1-2)
26' Jóannes Bjartalíð 0-1
27' Uros Stojanov 1-1
44' Jákup Biskopstø Andreasen 1-2
77' Jóannes Bjartalíð 1-3
84' Páll Andrasson Klettskarð 1-4

ÍF (4-4-2): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L), Andy Olsen - Dánjal á Lakjuni, Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Filip Djordjevic, Uros Stojanov

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Boris Dosljak - Ole Erik Midtskogen, Patrik Johannesen 

Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen


Í Sarpugerði í gjár:
Víkingur - NSÍ 1-0 (1-0)
17' Ari Olsen 1-0

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Elias Lervig - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen - Lukasz Cieslewicz (85' Ingi Jonhardsson), Sølvi Vatnhamar (88' Arnbjørn Svensson), Jákup Johansen (69' Andreas Lava Olsen), - Finnur Justinussen

Venjari: Eyðun Klakstein

NSÍ (5-3-2): Tórður Thomsen, Bárður Jógvansson Hansen, Jákup Jakobsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen (65' Salmundur Bech) - Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (78' Búi Egilsson) - Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen

Venjari: Glenn Ståhl


Í morgin (24/5): 

(15.00): AB - HB

Støðan

1. B36 (9 stig)
2. Víkingur (7 stig)
3. NSÍ (6 stig)
4. KÍ (6 stig)
5. HB (6 stig) *
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)
8. AB (1 stig) *
9. TB (0 stig) 
10. Skála

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder