Fótbóltur

EB/Streymur skrivað undir við fýra leikarar

Ein teirra er ársins stjørnuskot frá 2018.

F.v. Gutti Dahl-Olsen, Poul G. Olsen, Mikkjal Hellisá og Tóki Johannesen (Mynd: EB/Streymur)

F.v. Gutti Dahl-Olsen, Poul G. Olsen, Mikkjal Hellisá og Tóki Johannesen (Mynd: EB/Streymur)

2019-03-08 07:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Teir fýra Poul Grunnveit Olsen, Tóki Johannesen, Mikkjal Hellisá og Gutti Dahl-Olsen hava skrivað undir sáttmálar við EB/Streym.

Poul er 27 ára gamal og er ein drúgvur og skilagóður verjuleikari, ið altíð gevur alt hann eigur. Hann fekk sín fyrsta dyst fyri Betri liðið í 2010. Poul hevur leikt 65 dystir og skorað eitt mál fyri Betri liðið hjá okkum.

Ársins stjørnuskot 2018, 21 ára gamli Tóki Johannesen er ein tekniskt sterkur leikari, ið kann røkja øll tey framrættaðu plássini á vøllinum. Tóki fekk sín fyrsta dyst fyri felagið í 2014, men skaðar hava hildi honum frá tí stóra gjøgnumbrotinum. Í fjør bragdaði tó og leikti hann eitt gott kappingarár, har hann til endan var kosin ársins stjørnuskot á ársveistluni hjá felagnum, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.

17 ára gamli Mikkjal er ein ungur og evnaríkur verjuleikari, sum vit eru sera spent uppá í felagnum. Hann fekk sum 16 ára gamal sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í fjør, tilsamans bleiv tað til 3 dystir. Mikkjal hevur eisini verið fastur fúsur á U17 landsliðnum.

Gutti er 17 ára gamal miðvallari við góðum evnum. Gutti fekk sínar fyrstu dystir fyri Betri liðið í fjør, tá hann í tveimun førum bleiv skiftur inn. Gutti hevur, sum Mikkjal, umboða Føroyska U17 landsliðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder