- Italia hevur ein fleirfaldan heimsmeistara á liðnum, so teir eru góðir, og eru nokk eisini favorittar at vinna bólkin. Hini londini kenni eg ikki so nógv til, men hetta sær spennandi og samstundis trupult út. Vit gleða okkum til kappingina, sigur Heðin Egholm Skov, annar av føroysku eLandsliðsspælarunum, við heimasíðuna hjá FSF.
Hin er Virgar Trondesen. Heðin vann á Virgari í FM-finaluni 31. november í fjør, og hesir báðir skulu umboða Føroyar í vár.
Les eisini: Martin og Heðin FM-vinnarar í efótbólti
Sí eisini: - Nú fáa vit at síggja um vit eru so góðir
Fótbóltssambandið skrivar, at lutakastið um hvussu spælast skal í UEFA eEURO 2020 undankappingini var avgreitt mikudagin. Og tað háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk H, saman við Wales, Ukreina, Andorra, Italia og Montenegro.
Dystirnir verða spældir í mars, apríl og mai mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald