- Higartil hava vit hildið, at vit eru nokk so góðir, men nú fáa vit also at síggja, um vit eru so góðir
Hetta sigur Heðin Skov millum annað í samrøðu við FSF Varpið.
Leygardagin varð finaluumfarið í eFótbólti spælt í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Martin Heldarskarð vann yngra aldursbólkin, meðan Heðin Skov vann kappingina hjá teimum eldru.
Sí eisini: Martin og Heðin FM-vinnarar í eFótbólti
Aftaná medalju- og steypahandanina fekk FSF Varpið orðið á Heðin Egholm Skov, ið saman við Virgari Trondesen skal manna fyrsta føroyska eFótbóltslandsliðið, sum komandi ár skal spæla EM-undankapping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald