Fótbóltur

Eftir 4-0 sigur á EB/Streymi: AB er á lívi enn

Við sínum fyrsta sigri í ár tryggjaðu argjamenn sær níggjunda plássið og harvið rættin til at spæla upp- og niðurflytingardyst móti B68.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-07 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2018 tryggjaði AB sær 9. plássið og bjargaði harvið lívinum í Betrideildini við 2-0 sigri á Eiði í 27. umfari. Tað sum eisini gjørdi tað møguligt, var at TB/FCS/Royn samstundis vann 1-0 á 07 Vestur í Trongisvági. Harvið kom AB frammum 07 Vestur.

Vágamenn koma nú upp í fremstu røð aftur, og tað er framvegis ikki greitt, um teir "møta AB á vegnum".

AB tyggjaði sær í dag eina lívlinju. Tað gjørdi liðið við Rógva Nónsgjógv Poulsen sum leikandi venjara við sannførandi sigri á EB/Streymi. At Skála samstundis ikki megnaði at vinna í Trongisvági gjørdi, at AB endaði á 9. plássið, sum liðið hevur verið á so at siga alt kappingarárið. Skála kom frammum við javnleikinum við Margáir sunnudagin, men í dag blásti AB EB/Streym um koll.

Eftir 10 minuttir varð 1-0, tá Gilli Róason varð fyrstur á einum returbólti. Bert fimm minuttir seinni økti AB, eftir at Jasper van der Heyden kom fyrst á eitt gott innlegg frá Bjarka Nielsen, ið kom eftir gott gjøgnumbrot úr høgru. Van der Heyden var aftur á blettinum í 2. hálvleiki, tá hann økti til 3-0 og harvið stongdi hurðina fyri EB/Streymi. Belgiski leikarin hevur í høvuðsheitinum spælt væl fyri AB í ár, men hasnara fyrstu mál komu ikki í dag, og tað tykist at hava eydnast sera væl hjá AB at flyta Jesper van der Heyden fram at spæla sum áleypari. Fimm minuttir seinni var tað Bjarki Nielsen, ið við liðskiparabandinum um armin, økti til 4-0.

Bjarki var liðformaður tá, tí Símun Samuelsen fekk beinleiðis reytt kort tíggju minuttir fyri hálvleik. Verjuleikarin royndi at sparka bóltin men rakti høvdið hjá Hjalta Kárason Djurhuus, ið noyddist út í steðginum orsakað av sparkinum. Farligt spæl, og so noyddist AB at spæla við tíggju monnum í næstan ein tíma. Hetta ávirkaði tó sera lítið - uttan tað at EB/Streymur hevði bóltin væl meira. Tað var týðiiligt, at AB hevði nógv meira uppá spæl, og teir á heimaliðnum stríddust sera væl og hóttu fleiri ferðir uppá umstillingar.

Sí eisini: Myndir: Gleðisrúsur á Argjum

Fyrsti sigurin hjá AB í Betrideildini var veruleiki, og var sera uppiborin, og so varð bíðað eftir úrslitinum við Stóra. Har var Skála á vitjan, og har vóru fáir málmøguleikar. Tað var TB, ið kom á odda, tá og tá innskifti Sebastian Kroner skoraði til 2-0 løtu seinni, so sá ógvuliga tungt út hjá Skála. Men so minkaði innskifti Jóhan Johansen um munin, og beint sum klokkan kom á 90 minuttir, fekk Skála brotsspark. Eins og í Streymnesi sunnudagin skoraði Niels Pauli Danielsen trygt, og tá hetta frættist á Argjum var fjáltur á. Men hetta vendist til gleði minuttin seinni, tá Kroner aftur skoraði. 3-2. og túrin hjá liðnum hjá Sorin Anghel norð í kvøld og niður í 1. deild verður tungur.

[object Object]

Á Argjum hevur man nú tryggjað sær ein nýggjan møguleika: AB skal einaferð eftir landsliðssteðgin spæla ein dyst um upp- og niðurflyting. Hann verður móti B68 á uttanveltaðum vølli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder