EHF hevur útsett mansdyst í Champions Leauge

Evropeiska hondbóltssamgongan velur at bíða við avgerð um mansdyst í Champions League, ið er raktur av sama trupulleika sum kvinnurnar hjá H71 eru komnar í.

H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-15 07:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan H71 bíðar eftir eini avgerð um hvussu víðari verður farið fram nú dysturin í EHF European Cup móti HC Galychanka úr Ukreina ikki varð spældur sunnudagin orsaka av krígshóttanum í landinum, er hondbóltssamgongan komin við eini fráboðan um ein annan dyst, ið er raktur av sama trupulleika.

EHF hevur valt at útseta ein dyst í Champions League fyri menn fyribils. Talan er um dyst millum fronsku PCG og HC Motor Zaporozhye úr Ukreina. Dysturin skuldi spælast hósdagin, men er nú útsettur. Tað skrivar samgongan á sínum Twitter-vanga, uttan tó at siga, nær dysturin so skal spælast.

- Hetta hendir eftir gjølligari greining og er ein avleiðing av politisku gongdini og ótrygdini viðvíkjandi støðuni í Ukraina, skrivar EHF.

Men støða er ikki tikin um nær og hvar hesin dysturin skal spælast. Tað verður antin í Ukreina, sum ætlað, ella á uttanveltaðum vølli, verður sagt. Tað velst um hvat hendir í økinum.

H71 gjørdi um vikuskiftið eina roynd at fáa báðar dystirnar spældar í grannalandinum Polandi, men tað eydnaðist ikki at finna fram til eina semju ukreinska felagið, áðrenn føroyska liðið mátti leita sær heim aftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder